Telefonin ringir alla tíðina

Erik Biskopstøð er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum. Hjá honum er vikan undan festivalinum ein strævin, men áhugaverd tíð. Sjálvur velur hann at kalla hetta stutt-tíðar strongd, sum er mennandi, og hann gleðir seg at bjóða fólki vælkomnum á 7. Summar Festivalin

At fáa orð á Erik Biskopstøð er ikki sum at siga tað, nú vit eru komin so tætt at Summar Festivalinum 2010. Hann er ein av oddamonnunum, og sum ein av høvuðsfyrireikarunum hevur hann úr at gera. Ringjast má fleiri ferðir, tí bundið er at kalla alla tíðina, tá ein ringir til Erik Biskupstøð í hesum døgum.


Alt í einum

-Jú, nógv er at gera og at taka sær av. Men tað gongur væl, metti Erik Biskopstøð, tá vit fingu orð á hann í telefonini mánadagin.

-Eg havi verið í samband við Kunningarstovuna, og bara í dag hava 50 bátar teknað seg. Sostatt eru eini 80 í alt higartil, so tey góðu bátaplássini eru nokk um at vera farin, men enn ber til at útvega pláss. Men umframt eru eini 120 campingvognar. Tað er nokkso stuttligt, at vit við Summar Festivalinum megna at hava alt í einum, bæði ein báta-, camping- og ein tónleikafestival, sigur Erik Biskopstøð.


Eisini fyri tilkomin

Hann metir, at fyrireikararnir við Summar Festivalinum hava eitt gott konsept.

-Vit royna at halda uppá tað, men alt kann sjálvandi broytast. M.a. verður Ósáskúlin eitt tilhaldsstað fyri tilkomin í ár, har til ber at fáa ein kaffimunn og ein bita, umframt at livandi tónleikur verður við Nicolinu av Kamarinum, Niels Midjord, Robert McBirnie og Jens Eli Ellefsen. Harafturat er Fótbóltsskúlin við Toda Jónsson eisini komin afturat skránni, sigur Erik Biskopstøð.

Hann heldur, at festivalurin mennist, og hann fegnast um, at fólk er sera jalig, tá tað ræður um festivalin.


Jalig fólk

Spurdur, hvussu tað er at skipa fyri einum festivali, sum setir næst størsta bý í landinum á annan endan, sigur Erik:

-Fólk eru jalig og tolin.Tey flestu eru sera glað. Eftir festivalin í fjør ringdi ein 80 ára gomul kona til mín, og eg væntaði at hon fór at skelda. Men hon segði mær, at tað hevði verið so hugnaligt, og at hon hevði havt so nógvar gestir á vitjan. Eg haldi her eru fleiri fyrimunir, enn vansar við Summar Festivalinum.

-Sum heild er alt jaligt við tiltakinum, og karmarnir eru eisini sera góðir, við tað, at vit eru mitt í býnum. Alt er her, og stutt er til alt. Her eru nógv WC ymsastaðni, og løgregla og sjúkrahús eru beint við, so trygdin er góð. Og hinvegin hevur Summar Festivalurin eisini sett gongd á ymiskt, t.d. er bøurin drenaður og ymiskt verður fríðkað og hildið viðlíka. Hetta er 7. festivalurin, og stórt sæð eru tað somu fólk, sum eru í gongd, og tað er eisini ein fyrimunur, sigur Erik Biskopstøð.


Góð skrá


-Vit meta okkum at hava eina rímuliga góða skrá. Nakrir steinar eru størru enn aðrir, soleiðis er tað nú einaferð. Men at hava fingið eitt navn sum Westlife hendavegin er stórt fyri okkum. Men tað krevur eisini nógv, tí teir koma við tónleikarum, og tøkniligu krøvini eru stór. Umframt, at teir eru vanir at ferðast, og at hava tað gott, so eisini har eru stór krøv. Westlife er kanska til tey um 25 til 35 ára aldur. So hava vit tað meira fólksliga Shu Bi Dua, sum óivað er til tey meira tilkomnu, meðan t.d. The Dreams er nakað, sum tey ungu gleða seg til, sigur Erik Biskopstøð.

-Vit hava eisini sera nógvar føroyskar bólkar. T.d. er stuttligt, at ungi bólkurin Grandma´s Basement sleppur at hita upp fyri Westlife. Nógvir av teimum annars sera ymisku føroysku bólkunum eru eisini fløguaktuellir, fegnast Erik Biskopstøð um.


Mennandi strongd

-Hetta er endaspurturin, og fyrireikingarnar eru í hæddini. Telefonin ringir non-stop. Hetta er kanska tað, ið sálarfrøðingar kalla stutt-tíðar strongd, sum er mennandi, sigur ein væl upplagdur Erik Biskupstøð læandi, meðan hann leggur afturat, at ein skal óivað verða gjørdur úr serligum tilfari, fyri at tíma hetta ár eftir ár.

-Men at fólk eru glað fyri tiltakið er gevandi. Fólk fegnast, bæði fólk í Klaksvík, og tey vitjandi. Og so er hetta eisini eitt slag av endaspurti av summarfrítíðini, sigur Erik Biskopstøð.

Um talið av vitjandi á einum vanligum Summar Festivali sigur Erik, at tað er eitt sindur torført at siga neyvt, tí har eru børn, hjálparfólk og onnur við. Men hann metir, at tá mest hevur verið á festivaløkinum, hevur talið táttað í 8000 fólk. Og tað sær út til, at talið verður høgt í ár eisini, tí forsølan hevur gingið væl, og áhugin er stórur.


Veðrið

Spurdur, um teir sum fyrireikarar ikki skeita eitt sindur í veðurkort og forsøgnir, sigur Erik Biskupstøð, at ein kann velja at hava eitt tiltak eitt ávíst vikuskifti, ella lata vera við at fyrireika nakað. Men hinvegin, so viðgongur hann, at eitt sindur hevur verið hugt eftir forsøgnum.

Men av royndum vita fyrireikararnir, hvat kann henda, so alt er væl fest, og trygdin er í hásæti og trygdarætlanin er long og væl gingin ígjøgnum.

-Tað sær sum heilt gott út, og vit vóna tað besta. Og at fólk eru so jalig ger, at ein orkar at halda á at fyrireika, sigur Erik Biskopstøð, ið gleðir seg til 7. Summar Festivalin í røðini, og at kunna bjóða fólki á Summar Festival 2010.