Ætlanin er at geva bókina út um ársskiftið, men av tí at øll telefonnummur 1. apríl verða broytt til 6-siffur, hava vit valt at bíða við útgávuni til dagurin nærkast. Sostatt eru øll telefonnummur í hesi bókini skrivað við nýggju 6-siffurunum.
Telfonbókin er eisini í aðrar mátar broytt í mun til seinastu útgávu. Gulu síðurnar eru nú farnar aftur um hvítu síðurnar, útgreinað innihaldsyvirlit er á síðu 3, so lættari er at finna evnini í bókini. Á bláu síðunum eru nú yvirlit yvir postsmogurnar í Føroyum umframt nýggj kunning frá t.d. landsstýrinum og kommununum. Á hvítu síðunum hava fyritøkur møguleika fyri at seta búmerki teirra saman við upptøkuni, og gulu síðurnar verða nú prentaðar í litum.
Telefonbókin er aftur í ár gjørd í samstarvi millum Telefonverkið og Kunningartænastuna. Myndina á permuni hevur Absalon Hansen tikið av Koltri. Telefonbókin er prentað í 34.000 eintøkum hjá Odda hf. í Reykjavík, sum hevur gjørt eitt dygdar avrik. Telefonbókin verður í viku 11 og 12 borin øllum telefonfelagum í Føroyum, og Postverk Føroya stendur fyri útberingini. Telefonbókin verður eisini til keyps í Telebúðunum kring landið fyri 50,- kr. Sum nakað nýtt eru 500 bøkur framleiddar við harðari permu, hesar verða seldar í Telebúðunum fyri 100,- kr. Eisini ber til at fáa telefonbókina sendandi við at ringja 11433, tá verður postgjaldið lagt afturat prísinum.
Vit hava leitað leingi og væl, men hava bert funnið fáar villur. Ein er á s. 94, har »Müller« stendur ovast á síðuni, hetta er skeivt. Í staðin skal standa »Niclasen«. Vit biðja teir 19 felag-arnar um umbering og vóna at villan ikki førir ov nógvan ampa við sær. Finnur onkur aðrar villur, vilja vit fegin frætta um hetta.
Nógv hava vent sær til Telefonverkið við uppskotum til broytingar í Telefonbókini. Vit á Telefonverkinum eru sera takksom fyri øll uppskot og allar viðmerkingar til telefonbókina. Vit taka í hvørjum einstaka føri støðu til, um broytingarnar hóska til nýggju útgávuna og nýta tey, um so er. Summi hugskot verða goymd til seinni útgávur.
Vit eru væl nøgd við úrslitið, og vóna at Telefonbókin verður eitt hent uppslagsamboð hjá øllum føroyingum.
Eru spurningar til telefonbókina, eru fjølmiðlarnir vælkominir at ringja til Telefonverkið og tosa við Andras Róin ella Poul Henrik Poulsen.