TeleF fer í søguna

Nú er endaliga greitt, at tær báðar størstu privatu fjarskiftisfyritøkurnar í landinum, Kall og TeleF, leggja saman. TeleF fer í søguna, og eitt styrkt Kall heldur fram.

 

Í tíðindaskrivi í gjár vátta fjarskiftisfyritøkurnar Kall og TeleF tíðindini um, at fyritøkurnar hava gjørt avtalu um at leggja saman. Talan er um eina sokallaða intentiónsavtalu har allir smálutir viðvíkjandi samanleggingini ikki eru greiddir, men har tey størru málini eru fingin upp á pláss.

Sterki parturin í samanleggingini er Kall, sum í roynd og veru svølgir tann minna partin, TeleF. Samanleggingin ber í sær at partapeningurin og ognirnar í TeleF verða fluttar yvir í Kall soleiðis at teir báðir núverandi partaeigararnir í TeleF, Íslandssími og Teletænastan, hvør fara at eiga 16,5 prosent av Kalli. Núverandi partaeigarnir í Kalli fara soleiðis tilsamans at eiga 67 prosent í felagnum eftir samanleggingina.

Orsøkin til at býtið soleiðis gjørdist ójavnt millum fyritøkurnar er, at Kall hevði tað størra virðið av teimum báðum fyritøkunum.


Sigur og tap í einum

Billy Hansen, ið hevur verið stjóri í TeleF síðan byrjan, og sum eigur Teletænastuna, ið aftur myndar helvtina av partapeninginum í TeleF, upplivir samanleggingina á tveir sera ymiskar hættir sum stjóri og eigari.

? Sum partaeigari eri eg fegin um samanleggingina, tí eitt felag stendur nógv sterkari í kappingini enn tvey. Hyggur man fram eftir so skulu sera stórar íløgur gerast komandi tíðina, tá vit skulu inn á marknaðin fyri fartelefontænastur, og tá verður tað ein stórur fyrimunur at TeleF og Kall ikki hvør í sær upbyggja dýr fartelefonnet, men at vit ístaðin standa saman, sigur Billy Hansen.

? Men sum stjóri í TeleF slepst ikki undan, at hendan samanleggingin er eitt lítið tap fyri meg.

Stjórin á TeleF hevur kunnað starvsfólkini á fyritøkuni um yvirtøkuna og fyrireikað tey uppá tær broytingar, sum nú fara fram. Tað er ikki óvanligt at fólk verða søgd upp tá fyritøkur leggja saman, men av tí at talan er um tvær fyritøkur í vøkstri er ikki víst at hetta verður neyðugt í hesum føri.


Føroya Tele sær fyrimunin

Hjallgrim Hentze, tekniskur leiðari á Føroya Tele, skilir væl at teir báðir størstu kappingarneytarnir hjá alment áttu fjarskiftisfyritøkuni hava valt at ganga saman í eina fyritøku.

? Samanleggingin kemur ikki óvæntað á meg. Sæð frá teirra støðu er samanlegging tað einasta rætta at gera, tí tað er greitt at TeleF og Kall kappaðust líka nógv ímóti hvørjum øðrum sum ímóti Føroya Tele, sigur Hjallgrim Hentze, sum ikki dylur fyri at Føroya Tele væntar sær harðari kapping nú TeleF og Kall gerast eitt.

Men hann sær eisini fyrimunir fyri Føroya Tele í samanleggingini.

? Samanleggingin hjálpir eisini Føroya Tele, tí nú hava vit bara ein part at samstarva við. Og at Kall og TeleF nú leggja saman er nógv frægari fyri okkum enn um ein av fyritøkunum seinni mátti geva skarvin yvir, tí so hevði Føroya Tele uttan iva verið lastað fyri at gera kappingartreytirnar ov harðar, sigur Hjallgrim Hentze, tekniskur leiðari á Føroya Tele.

Sambært avtaluni millum Kall og TeleF skal sjálv samanleggingin av fyritøkunum fara fram innan 1. september í ár.