Keypið er ein partur av ætlanini, at gerðast fremstur á telekrígnum í Norðurlondum á fartelefon marknaðinum.
Norðmenn vóru eitt sindur bilsnir, tá teir funnu út av, at ein nýggjur leikari var komin á tann áður upphitaða fartelefon marknaðin í Noregi, sum framvegis ikki er komin heilt fyri seg, aftaná at samanleggingin millum Telenor og svensku Telia fór í hundarnar. Talan var um størstu kappingarneytarnar hjá Tele Danmark.
Við keyp av seinasta hálva prosentinum av partabrøvunum, sum ger at Tele Danmark nú eigur 40%, mótvegis 39,5 áðrenn, hevur hetta við sær sonevnda tilboðsskyldu uppá reystina av partabrøvunum. Hetta hevði sjálvsagt við sær, at leiðslan á stóru fyritøkuni eisini vaknaði við timburmonnum hendan lagnu dagin í farnu viku.