Í 1987 byrjaði Teldutænastan í smáum, og talan var í byrjanini um tvey ársverk.
Í byrjanini seldi Teldutænastan bert hardware, tað vil stórt sæð siga teldur, men seinni er software eisini komið við í vøruskránna, og í høvuðsheitum er talan um bókhaldsskipanir og software til handlar.
Teldurtænastan selur nógv sløg av teldum og hevur umboð uppá vælumtóktu LG farteldurnar og garanti og tænastu uppá tær.
Annars er talan um fjøllbroytt úrval av teldum. Tær stóru, stationeru teldurnar eru í stóran mun spæliteldur.
Júst tað kundin ynskir
Teldutænastan ger eisini nógv við at seta teldur saman, so tær hóska júst til tað, ið kundin ynskir.
Í vøruskránni eru eisini vælumtóktu Asus teldurnar, og skrivstovuteldurur fylla eisni væl í skránni. Eisini her kann kundin fáa júst tað, ið hann ynskir.
Alt
Umframt at selja teldur og seta teldur saman, alt eftir tí, ið kundin ynskir, so er teldutilhoyr ein sera týðandi partur í dag.
- Nógv verður selt av tilhoyri, bæði knappaborð, mýs og annað, men innan teldusølu eru tað serliga farteldur, ið verða nógv seldar, siga tey á Teldutænastuni.
Fyritøkan er serkøn, og før fyri at taka sær av øllum, ið hevur við teldu at gera, og tekur sær. t.d. eisini av at seta upp internet, ella taka sær av aðrari tænastu í samband við teldu, ið kundin hevur brúk fyri.
Fyritøkan hevur egið verkstað, har 3 fólk starvast.
Í dag er tað, ið byrjaði í smáum fyri meira enn 20 árum síðani, blivið til eina fyritøku, har 10 fólk eru í starvi.









