TelduTænastan hevur seinnu árini verið fyri stórum vøkstri í virksemi og umsetningi, og sølan og tænastan til vinnulívið fyllir alt meira.
TelduTænastan var upprunaliga stovnað í 1987 undir navninum Telduteam. Seinni var navnið broytt, so tað hóskaði betur til virksemið hjá fyritøkuni. Í 2014 keyptu Fróði Clementsen og Høgni Thomsen fyritøkuna, og síðani hevur TelduTænastan verið fyri støðugum vøkstri.
– Vit hildu, at møguleikarnir vóru sera stórir fyri einari slíkari fyritøku, sum leggur dent á tænastu til privat fólk og smærri og størri fyritøkur, sigur Fróði Clementsen, stjóri í TelduTænastuni.
– Tá ið vit keyptu fyritøkuna, stóðu privatkundar fyri umleið 70 prosentum av umsetninginum hjá TelduTænastuni. Vit settu okkum fyri at vaksa um samlaða umsetningin, og vit sóu potentiali í at vaksa um søluna og tænastuna til vinnulívið, sigur hann.
Hendan ætlan hevur gingið væl, tí TelduTænastan er støðugt vaksin síðani 2014, og fyritøkan er í dag munandi størri, enn hon var tá.
##med2##
Størri høli og virksemi
Í 2014 starvaðust fýra og eitt hálvt fólk hjá TelduTænastuni, nú er starvsfólkatalið farið upp um tjúgu fólk. Umsetningurin er fimmfaldaður hesi árini, og nú hevur umleið 70 prosent av virkseminum hjá TelduTænastuni tilknýti til vinnulívið.
TelduTænastan flutti fyri sløkum tveimum árum síðani úr gomlu hølunum á Hálsi í Havn, har tey høvdu 240 fermetrar til taks, í nýggju hølini á Smyrilsvegi, har tey hava 740 fermetrar at ráða yvir.
– Vit eru ein heildarveitari til vinnuna. At byrja við høvdu vit nógvar smáar fyritøkur sum kundar, men við tíðini eru vit vorðin veitarar til fleiri størri fyritøkur, og nú veita vit eisini ein part av telduútgerðini og tænastuni til tær størstu fyritøkurnar í landinum, sigur Fróði Clementsen.
##med3##
Vaksa meira
TelduTænastan selir hardware, tey kalla. Tað eru teldur, telduútgerð, aðrar elektroniskar vørur og annað. TelduTænastan veitir eisini telduskipanir, netloysnir og support til fyritøkur.
– Fyritøkan hjá okkum er væl skipað, og vit eru til reiðar at vaksa meira. Tí ynskja vit nýggjar kundar og at knýta verandi kundar tættari at okkum, sigur Fróði Clementsen.
TelduTænastuna hevur ikki gloymt privatkundarnar, og teir eru framvegis vælkomnir í rúmliga handilin á Hálsi, har úrvalið av teldum, telduútgerð og annað er stórt.