Teldutøk tollgreiðsla

Speditiónsfelagið Faroe Express er vorðin royndarstað fyri nýggju teldutøku tollgreiðsluni, sum ætlanin er at seta í verk. Royndartíðin er tríggjar mánar

Lagt verður upp til, at tollgreiðslan av vørum, sum fluttar verða inn í landið, skal avgreiðast heima hjá kundanum sjálvum ella av flutningsfelagnum, sum flytir vøruna fyri brúkaran.
Nýggja skipanin er gjørd fyri at lætta um arbeiðið hjá Toll & Skattstovu Føroya, sigur Paul Kragesteen, leiðari á Faroe Express.
?Men tað gevur so okkum meira arbeiði, sigur hann. Ti nú skulu vit, umframt tað vanliga arbeiðið, vit hava gjørt, eisini gera arbeiðið, sum Toll & Skattstovan fyrr plagdi at gera við tollgreiðslu. Tað fer ivaleyst at krevja meira fólk, heldur Paul Kragesteen.
Fyribils er Faroe Express við í eini fyrireikingarætlan upp á tríggjar mánar, greiðir hann frá. Hesa tíðina skulu tey nýta til saman við Toll & Skattstovuni og Elektron, sum mennir skipanina, at finna fram til, um møguligir feilir eru við skipanini.
Tað eru altíð ymsar meiningar um nakað, sum nýtt er. Paul Kregesteen sigur, at honum dámdi fult so væl gomlu skipanina, har farið varð til Toll & Skattstovuna at avgreiða pappírini. Tí tá varð vanliga beinanvegin uppdagað, um eitthvørt var skeivt í avgreiðsluni. Nú fer tað, eftir hansara meting, at taka nógv longri tíð at finna fram til rættingar, og tað er altið keðiligt at koma aftur um aftur langt aftan á, at ein avgreiðsla er farin fram.