Myndugleikarnir í miðamerikanska landinum Belize hava nú givið boð um, at teldusnillingurin og ríkmaðurin John McAfee skal handtakast, tí hann er skuldsettur fyri morð. McAfee er kendur sum upphavsmaður til antivirusforritið, sum hann eisini átti í síni tíð, og sum framvegis ber navn hansara.
Sambært óváttaðum tíðindum hevur løgreglan í Belize illgruna um, at John McAfee hevur skotið ein amerikanskan ríkisborgara í býnum San Pedro, eftir at teir báðir vóru vorðnir óklárir um eitt ella annað.
Fyri tveimum árum síðani seldi John McAfe sína fyritøku, sum Intel keypti fyri sjey milliardir dollarar. Ta seinnu tíðina hevur hann búð í Belize.










