Teldusníkar hava haft atgongd til fleiri enn 700 milliónir teldupostadressur og 21 milliónir loyniorð, sum vóru likin á netið umvegis tænastuna Mega. Hetta sæst sambært tíðindastovuni dpa at lesa á heimasíðuni hjá KT-trygdarfrøðinginum Troy Hunt.
Troy Hunt skrivar á heimasíðu síni hósdagin, at talan er um 87 GB av dáta, sum umfatar túsundavís av gomlum lekum, ið vórðu savnaðir á einum stað. Lekin nevnist “Collection #1” og er nú tikin av netinum aftur.
Talan er um ein av teimum størstu lekunum nakrantíð.
Á heimasíðuni haveibeenpwned.com ber til at kanna hvørjar teldupostadressur og loyniorð eru umfata av lekanum. Viðmælt verður at broyta síni loyniorð um tey eru skrásett sum likin.









