Teldusníkar kostaðu Mærsk hálva aðru milliard krónur

Teldusníkálopið, sum var framt móti Mærsk í juni, hevur væntandi kostað felagnum millum 1,3 og 1,9 milliardir krónur. Tað boðar felagið frá sambært E24.no.

 

Tað er í viðmerkingunum til roknskapin fyri annan ársfjórðing, at felagið ger hesa meting um, hvussu álopið fer at ávirka roknskapin fyri triðja ársfjórðing. Tað er í hesi kunngerð, at felagið boðar frá, at álopið hevur rakt meint fíggjarliga.

 

Álopið rakti í høvuðsheitum Mærsk Line, APM Terminals og Damco, skrivar E24. Álopið, sum er nevnt Petya, gjørdi, at kundar ikki kundu bíleggja pláss á skipunum hjá Mærsk Line, felagið mátti lata fleiri havnir aftur og nøkur skip máttu lossast uttan tøkniliga hjálp.

 

Hóast hetta væntar felagið at ársúrslitið hjá deildini fyri flutning og logistikk fer at verða yvir seks milliardir krónur.

 

Roknskapurin hjá Mærsk vísir annars, at tað gongur væl hjá Mærsk Line og Mærsk Oil, samanborið við í fjør, meðan Mærsk Drilling og APM Terminals klára seg verri.

 

Inntøkurnar hjá Mærsk vóru annars 61 milliardir krónur annan ársfjórðing, í mun til 56,3 milliardir krónur í fjør. Úrslitið eftir skatt bleiv tó eitt undirskot á 1,7 milliardir krónur í mun til eitt yvirskot á 750 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør, skrivar E24.no.