Teldusníkar í kanadisku stjórnini

Í Kanada hava ein ella fleiri teldusníkar verið inni í loyniligum upplýsingum, sum vóru í telduskipanini hjá fíggjarmálaráðnum og forsætismálaráðnum. Myndugleikarnir siga, at kanningar hava staðfest, at álopið kom frá servarum í Kina, men tað prógvar kortini ikki, at tað kom haðani.

Tað er ikki heilt greitt enn, hvørjum upplýsingum teldusníkarnir hava fingið fatur á. Hinvegin er greitt, at teir hava havt atgongd til loyniligar upplýsingar hjá myndugleikunum og persónligar upplýsingar um kanadiskar ríkisborgarar.

Kanadiska ríkisgrannskoðanin hevur fyrr ávarað stjórnina um, at trygdin við teimum almennu telduskipanunum er ikki nóg góð, og grannskoðanin hevur fleiri ferðir mælt til ábøtur.