Telduskipanir við grafiskari brúkaraflatu Telduskipanir við grafiskari brúkaraflatu

Telduskipanir við grafiskari brúkaraflatu

Tað, ið Heri Mortensen fæst við, er sonevnd PLC stýring. Heta stendur fyri "Programmeble Logical Controller". Hesar teldur kunnu røkja torførar stýrisuppgávur. Møguleiki er at binda í telefonnetið og soleiðis gera smærri broytingar í forritinum sera skjótt og lætt.

Heri Mortensen nýtir vanliga merkið Allen Bradley, men arbeiðir t.d. eisini við Siemens og Omran.

Arbeitt verður soleiðis, at brúkarin á grafiskari skermflatu fær yvirlit yvir virkið ella anleggið. Soleiðis kann hann broyta ymiskt virði, eitt nú hita ella trýst og ventilar kunnu latast aftur ella upp.

Ein telduskipan kann eisini skráseta, hvat er farið fram í maskinunum. Lætt er at yvirføra upplýsingar til kend skrivstovuforrit, sum t.d. MSOffice (Word/Excel/Acces o.s.fr.)

Heri Mortensen hevur samstarv við maskinsmiðju í Vági og soleiðis kunnu maskinur mennast og hóskandi teldustýringar finnast.

Heri Mortensen er útbúgvin elverkfrøðingur og hevur seinastu 4 árini arbeitt innan maskinvinnuna í Danmark, bæði við at tekna og og uppbyggja stýringar og skriva forrit.