Ókeypis nummar
Endiliga er tað møguligt at sleppa undan at gjalda dýsu prísirnar hjá Tele Danmark fyri at fáa upplýst eitt telefonnummar.
EDV-fyritøkan ITCOM hevur keypt øll numrini frá Tele Danmark og hevur lagt tey út á Internetið. Her er tað ókeypis at leita, og til ber enntá at leita eftir øllum numrunum í øllum Danmark. Adressan er www.118.dk.
Í byrjanini var trýstið á leititænastuni tó so stórt, at neyðugt var at uppgradera, men nú skuldi verið í lagi. Enn hendir tað seg tó, at ikki slepst ígjøgnum av tí, at so mong brúka tænastuna.
FrontPage 98
Fyri tey, ið gera heimasíður til Internetið, er gott nýtt: FrontPage hjá Microsoft er komið í 98-útgávuni.
FrontPage er eitt framúr amboð, ið kann gera eina heila website eftir stuttari løtu, eisini sjálvt um eigarin yvirhøvur einki kennir til tøknina aftanfyri.
Tað besta er, at forritið er lutfalsliga bíligt tá hugsað verður um, hvat tað kann. Útbjóðingarprísurin í Danmark væntast at liggja beint undir 1.200 krónur.
Tráðleysar mýs
Tráðleysar mýs hava ongatíð verið tað helit stóra her, men nmú er líkt til at vend er um at koma í.
So mikið, at Logitech, ið er ein av høvuðsframleiðarunum, selur fýra ferðir so nógv, sum væntað. Í løtuni er tað umleið 25.000 um árið.
Win NT í ?99?
Windows NT hevur higartil mest verið til yrkiskundar, ið hava brúk fyri størri trygdini og at sleppa undan at størri krøvunum til RAM. Men við 5.0 útgávuni og Windows 98, skal NT byrja at yvirtaka plássið hjá Windows 95/98, so eisini vanligir brúkarar kunnu nýta NT.
Men nú tykist, sum henda menningin verður seinkað. Microsoft hevur nevniliga útsett leysgevingina av NT 5.0 í umleið hálvt ár, so at tað í fyrsta lagi kemur seint næsta ár, meðan Windows 98 helst kemur í summar.