Tøkni
Birgir Kruse
Xerox fyritøkan, sum helst hevur elvt til størstu pappírsnýtslu í nýggjari tíð, gongur fremst í kappingini. Henda fyritøka, sum umframt fotokopimaskinuna, eisini er upphavið til instu lívgøgn í telduni, hevur aldri slept dreyminum um pappírsleysu skrivstovuna.
Granskarar hjá Xerox hava sett sær fyri, at gera tað munin lættari, at samantvinna elektronisk skjøl við tey, sum eru úr pappíri. Ítøkiliga úrslitið stendur nú á borðinum. Á trimum beinum. Tað eitir PageCam og sær út sum ein fornur lutur, uttan úr rúmdini, ið kanska er dottin úr MIR. Men hetta er einki annað enn eitt talgilt eyga, sum verður bundið í telduna. Rætt sum eitt web-kamera.
Í talgilda PageCam eyganum er eitt Philips myndatól. Eins og eitt vanligt web-kamera, fangar hetta talgilda eygað alt, sum flýtur fyri tess ásjón. Leggja vit Dimmu, Sosialin, ella alla sálmabókina undir eygað, so sæst teksturin straks á telduskíggjanum. Klárur og skarur. So er bara at trýsta á rætta knøttin, velja tekstin, og eitt-tvey-trý, so er úrvaldi teksturin gjørdur til eitt skjal í telduni.
Sum ongan ting kann hesin tekstur, stuttur ella drúgvur, leggjast inn í eitt Word-skjal, ella kanska Power Point, um úrslitið skal brúkast til almenna framløgu. Jú, pappírsleysa skrivstovuveldið breiðir seg. Meiri kann lesast um teldueygað á www.pagecam.com.
Hetta við teldueygum hevur eisini vundið uppá seg í øðrum sambandi. Eitt nú tí lúrandi pornografiska. Í Danmark hevur fyritøkan »Dobbeltsengen« sýnt fram eitt ungt par, sum vil vísa alt. Fyri gjald, sjálvandi. Um eina kjak-rás ber til at biðja unga parið um líkt og ólíkt og so hyggja. Við hesum dømi ber enn einaferð til at staðfesta, at tað helst er pornoídnaðurin, sum fremstur av øllum slóðar fyri tøknifrøðiligu menningini.
Sjónvarpssendingarnar »Big Brother« og »Baren« eru eisini dømi um nýggju talgildu tøknina, sum letur upp fyri øllum slúsum. Sjálvt í baðirúminum er eitt eyga, sum sær alt kann varpa undurfullu sjónina út til undrandi áskoðaran. Bara tú ert íbundin.
Fyritøkan Canon er eisini kend á tøkniliga økinum. Styrkin hjá hesari fyritøku hevur leingi verið avritan og myndatøka. Um heimasíður Canons, eitt nú tað donsku www.canon.dk, ber til at fáa samband við alskyns talgild teldueygu kring allan heimin. Teldueygu, sum hava ein meiri almennan áhuga.
Til ber at síggja, um sólin er risin í New York, hvussu skipini sigla inn og út í heimsins stóru havnum og um tað er myrkt í Kina.
Umrøddu teldueygu hjá Canon eru harafturat samvirkin. Tað vil siga, at tú kanst velja eitt nú sjónarhorn og frástøðu, har sum myndatólið er sett upp. Tá tú so ert íbundin og hevur fingið ræði á teldueyganum, sær allur heimurin, hvussu tú velur at skoða fremmanda staðin, har myndatólið er. Ein spennandi møguleiki, ætlar tú at ferðast til hesi støð. Men fleiri eru um boðið, so bíðirøðirnar til talgildu teldueyguni hjá Canon kunnu verða langar.
MYND: Talgilda myndatólið PageCam á skrivstovuborðinum