Eyðun Klakkstein
Líka so hent sum teldan er í dag, líka so tvørliga kann hon fara at verða, tá fólk í framtíðini skulu skriva okkara søgu og skulu royna at greina persónar í okkara tíð.
Orsøkin er, at teldubrøv hvørva, um tað ikki verður gjørt eitt miðvíst og virkið arbeiðið fyri at goyma tey. Og tá júst persónligt samskifti er ein týdningarmikil kelda hjá søgu- og ævisøguskrivarum, gerst vandin við teimum horvnu brøvunum eyðsýndur.
? Ein stórur partur av tí skjalatilfari, sum søgufrøðingar og granskarar nýta, tá teir skriva søgu- og ævisøgubøkur er brævaskifti millum fólk. Og eg síggi ein stóran vanda fyri framman, um brøvini hvørva sum søguliga kelda, sigur Hans Jacob Debes, dr. phil.
Hann hevur sjálvur nýtt brævaskifti í sambandi við sínar bøkur, millum annað ?Nú er tann stundin? og bókina um Jóannes Patursson.
? Í mínum arbeiði við teimum bókunum var persónligt brævaskifti ein avgerandi kelda. Hevði eg ikki havt hesi brævaskifti, hevði tað havt stóra ávirkan á bøkurnar, sigur hann.
Nýggja tøknin og framtíðin krevur, at fólk gerast meira tilvitað um at goyma persónligt samskifti ? til dømis við at skriva teldubrøv út á pappír, so tey kunnu yvirliva telduna, sum hevur tikið ímóti teimum. Gera fólk ikki tað, hvørva hesi brøv, tá teldurnar og forritini verða skift út.
Í so máta er stóri munurin millum eitt vanligt bræv og eitt teldubræv, at eitt vanligt bræv blívur ikki burtur, uttan onkur tveitir tað burtur ella onkursvegna ger av við tað. Eitt teldubræv kann bara yvirliva, um fólk gera okkurt fyri at goyma tað ? t.d. prenta tað út á pappír og leggja tað til viks.
Ikki nóg mikið at
goyma brøv á telduni
Síðani nútímans teldutøknin og internetið vann fram her á landi, eru fólk farin at senda hvør øðrum teldubrøv, og tað gerast fleiri og fleiri í nærum øllum aldursbólkum, sum nýta hetta slagið av samskifti.
Teldubrøv samantvinna fyrimunirnar hjá bæði vanligum brøvum og telefonsamrøðum. Samskifti við teldubrøvum nýtist ikki at fara fram hjá bæði sendara og móttakara samstundis, og við at senda teldubrøvini elektróniskt gjøgnum telefonlinjur gongur samskiftið skjótt.
Tað er tí nógv sum bendir á, at teldubrøv fara at verða ein týdningarmikil kelda hjá framtíðar søgu- og ævisøguskrivarum, júst sum vanlig brøv eru tað í dag, men stóri spurningurin er, um teldubrøvini kunnu varðveitast.
Tað eru dømi um, at fólk av óvart eru komin fram á gomul og virðismikil brøv, men ber tað til at ímynda sær, at ein gomul telda við nógvum teldubrøvum verður funnin um eini 50 ella 100 ár, og tað ber til at fáa nyttu av hesum brøvum.
Meira upplagt er, at teldubrøv verða burturbeind, tá fólk fáa nýggja teldu ella nýggj forrit, og so fer hetta virðismikla samskifti fyri skeyti. Og ein annar spurningur er, um framtíðar teldutøknin fer at kunna lesa fílar, sum verða goymdir í dag.
Tað stutta av tí langa er, at tað skulu teldubrøv varðveitast, krevur tað at fólk eru tilvitað um at goyma tey, og tað er ikki nóg mikið at goyma hesi brøv á telduni.
Fólk mugu verða tilvitað um at goyma brøv
Á Landsbókasavninum í Havn er eitt virðismikil savn av eldri og yngri handritum, brøvum og øðrum skjølum, sum ferð eftir ferð koma granskarum til góðar, tá teir skulu savna upplýsingar um søguligar hendingar og søguligar persónar.
Í savninum á Landsbókasavninum finnast millum annað handrit og brævasøvn hjá rithøvundum. Savnið er savn hjá privatpersónum, meðan almenn skjøl millum annað verða goymd á Landsskjalasavninum.
? Nýggja teldutøknin hevur ikki fingið okkum at broyta okkara arbeiðsgongd, og eg dugi illa at meta um, hvørja ávirkan teldur og teldubrøv koma at hava á okkara savn, sigur Martin Næs, landsbókavørður.
? Færri og færri fólk nýta pappír og blýant, og eg vil mæla fólki til at verða tilvitað um at goyma brøv, sum hava týdning. Senda tey ella móttaka tey brøv á teldu, so kunnu tey skriva tey út og goyma tey. Og eg kenni eisini fólk, sum veruliga leggja seg eftir at goyma handrit, brøv og annað, sum fer at hava týdning í framtíðini.
Fær avleiðingar
Ein av teimum, sum hevur nýtt savnið á Landsbókasavninum, og annars hevur leitað fram brøv og onnur skjøl í sínari gransking, er Hanus Andreasen, sum nógvu seinastu árini hevur skrivað umfatandi ævisøgu um yrkjaran Janus Djurhuus.
? Brævaskifti hava verið av avgjørdum týdningi í mínum arbeiði at skriva ævisøgu um Janus Djurhuus. Hevði eg ikki havt hesi brøv, hevði tað ikki latið seg gjørt at skriva eina slíka ævisøgu, staðfestir Hanus Andreasen.
? Tað hevur verið siður at skriva brøv, men brøvini gerast færri, og summi eru givin at skriva vanlig brøv. Hendan broyting fer at hava avleiðingar, men eg dugi ikki at meta um, hvørjar hesar avleiðingar fara at verða.
Hanus Andreasen hevur brúkt teldu í 10 ár, og øll brøv, sum hann hevur skrivað og sent, eru samstundis prentað út og goymd í einum savni. Men ivasamt er, um øll fólk eru so tilvitað um at goyma brøv.
? Brøv hava stóran týdning sum søgulig kelda, tí í brøvum liggja ofta kenslur. Tá fólk skriva greinar í bløðunum sensurera tey altíð seg sjálvi eitt sindur, men tað gera tey ikki í brøvum. Tí eru brøv innilig og persónlig.
Hanus Andreasen vísur á, at fólk, sum eru landafrøðisliga langt frá hvørjum, samskifta við brøvum, meðan fólk, sum búgva nærhendis hvør annan, ikki skriva brøv til hvør annan. Tað hevur hann fingið staðfest í sínum granskingararbeiði.
Kann ikki nýtast
sum skjalaprógv
Ein annar týðandi trupulleiki við teldubrøvum er, at tey hava ikki sama virði sum skjalaprógv, sum hondskrivað brøv hava.
Tað er nærum ógjørligt at prógva, at eitt teldubræv veruliga er skrivað av tí persóni, sum sigst hava skrivað tað, og tí er eitt teldubræv neyvan vert tað pappír, sum tað ikki er skrivað á.
Eitt teldubræv er í prinsippinum eitt ónavngivið bræv, tí tað einasta, sum kann siga nakað um upphavsmannin, er email adressan, haðani tað er sent, og tann adressan kann lættliga verða manipulera.
Tí hevur eitt teldubræv ikki sama virðið sum eitt hondskrivað bræv ella eitt maskinskrivað bræv við eini undirskrift.
Og hetta verður enn ein trupulleiki sum granskarar í framtíðini fara at renna seg í. Skulu teir tora at trúgva tí, sum stendur í ónavngivnum teldubrøvum?
Rættingar hvørva
Í savninum á Landsbókasavninum eru nógv handrit, sum tað ber til at blaða ígjøgnum. Har síggjast eisini rættingar, sum rithøvundurin hevur gjørt. Hetta verður mett sum týdningarmikið tilfar, tá granskarar skulu fylgja við arbeiðnum hjá einum rithøvundi.
Hesar rættingar gera tað gjørligt at fylgja arbeiðnum hjá rithøvundum, og síggja hvørjar broytingar hann hevur gjørt.
Men eisini her er teldan við at beina fyri hesum møguleika at granska søguligar rithøvundar.
Í dag verða rættingar ofta gjørdar á telduni, og so sæst ikki aftur, hvussu handritið sá út áðrenn rættingarnar.
Kladdir og rættingar hvørva so hvørt sum arbeiðsgongdin líður, og til endans finst bara eitt endaligt handrit, sum síðani verður greitt til prentingar.
Tí kann tað her við endan av 20. øld staðfestast, at kunningartøknin, sum gevur fólki endaleysar møguleikar at skriva og samskifta, samstundis fer at geva framtíðar granskarum stórar trupulleikar, tá teir skulu royna at tulka og greinar hendingar, sum fara fram í okkara tíð, og tá teir skulu skriva ævisøgur um persónar, sum liva í dag.