Telduútbúnaður til skúlabrúks fyri 900.000 krónur

- Um-og útbyggingin av Tofta skúla er nú komin so væl áleiðis, at seinasta hond verður løgd á verkið komandi mánaðirnar, sigur Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri Bygdaráðið í Nes kommunu samtykti á almennum bygdaráðsfundi seinasta mánakvøld at keypa nýggjan telduútbúnað til Tofta skúla fyri umleið 900.000 krónur. Í hesum keypi eru eisini teldur til lærararnar, soleiðis at teir eisini hava møguleika at nýta nýggja tøkni í frálæruni, sum serliga kemur til sjóndar við teimum nýggju elektrónisku talvunum, sum verða brúktar í staðin fyri gomlu svørtu krittalvurnar.

Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at um-og útbyggingin av Tofta skúla nú er komin so langt áleiðis, at seinasta hond verður løgd á verkið komandi mánaðirnar.

Skúlin skal standa liðugur tíðliga í summar, og kostnaðurin er millum 45 og 50 miljónir krónur.

- Hetta er nógvur peningur, men eg haldi, at hendan íløgan var alneyðug. Skulu vit menna okkum sum kommuna og fáa fólk at seta búgv her, mugu vit eisini hava ein góðan og vælútbygdan skúla, sum er ein av hornasteinunum fyri framburði, sigur Súni í Hjøllum.