Seinastu árini hava teldlarnir gjørt innrás í føroysku heimini, og flestu foreldur munnu kenna til avbjóðingarnar, sum standast av, at børnini vilja spæla við teldilin, kanska í so nógv.
Námsfrøðiligu ráðgevarnir í Tórshavnar kommunu heita á foreldur, um at finna góðar leiðreglur viðvíkjandi teldunýtsluni hjá børnunum. Angela Petersen og Maria Johannesen siga, at tað serliga er í sosiala sambandið, sum er fyri avbjóðingum, nú børn nýta so nógva tíð við teldlum.
- Hóast avgjørdir fyrimunir eru við talgildum miðlum og spæli, fáa børnini ikki alt í spølunum. Eygnasambandið er avmarkað, og tú fært sjáldan lisið andlitsbráið. Hetta er eisini umráðandi liður í menningini hjá børnum, sigur Maria Johannesen, námsfrøðiligur ráðgevi í Tórshavnar kommunu.
Tað er týdningarmikið, at børn sleppa at uppliva tað, teimum tørvar. Teldlar verða ongantíð annað enn eitt ískoyti. Og best er at børnini fyrst fáa veruligar royndir, sigur Angela Petersen, námsfrøðiligur ráðgevi.
- Børn skulu eisini fáa alt tað, sum børn fingu ‘fyrr’. Hóast appir eru, sum líkjast øðrum spølum, eitt nú hetta at fáa kubbar at passa saman, so skulu børn eisini royna veruligu útgávuna. Ta trídimensionellu, sansandi rørsluna av at halda einum trækubba í hondini og hugsa um, hvussu tú fært hann at passa og tað at vera úti og lurta, kenna og smakka; tað fært tú ikki á einum teldli. Har er nógv annað, tú kanst læra við talgildum spæli, men sum foreldur er tað eisini umráðandi, at tú setur teg inní, hvat barnið ger og barninum tørvar.
- Tað er ikki teldilin, vit skulu óttast, men nýtsluna, sum fer út um mørk. Tí er tað umráðandi, at vaksin hjálpa barninum at steðga og skipa tíðina við teldlinum, sigur Maria Johannesen.
Tí mæla námsfrøðiligu ráðgevararnir foreldrum til at seta seg inní, hvat børnini gera og spæla.
- Gev barninum ans, tá ið tað spælir á teldlinum. Nær er hóskandi at halda ein steðg? Steðga eitt nú, tá ið stigatalið er eitt ávíst, ella tá ið barnið kemur til eitt ávíst stað í spælinum. Nógv vaksin eru áhugaði í fótbólti. Tey høvdu ilskast, steðga vit dystinum miðskeiðis í einum hálvleiki, ella tá ið dysturin er í hæddini. Tað er umráðandi at steðga, men tú mást eisini royna at fara inn í teirra heim og síggja tað frá teirra sjónarhorni. Tað ger tað lættari at skipa tíðina við teldlinum, sigur Maria Johannesen.











