<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Børn, sum hava teldu ella playstation á sovikamarinum, sova ov lítið, vísir ein ensk kanning, sum granskarar frá Oxford Universiteti hava gjørt.
Elektronikkurin stjelur tíðina frá svøvninum, skrivar BCC Online. Ein av granskararunum, dr. Luci Wiggs, sigur, at tað er óvist, hvørji langtíðarárin henda gongdin hevur á sálarligu og kroppsligu vælveruna hjá børnum.
Men vit vita, at sova børn illa ella í ov fáar tímar, kann tað skaða heilsuna, teirra akademisku avrik og sálarligu heilsu, sigur Luci Wiggs. Aftrat telduni og spælimaskinum, er fartelefonin hjá børnunum eisini við at gerast ein trupulleiki fyri svøvnin. Tá mamma og babba hava sagt góða nátt og sløkt ljósið, skriva børnini sms undir dýnuni.