Telda sigur Champions League til United

Liverpool blívur nummar fimm, meðan eitt av Manchester City og Chelsea blíva meistarar

Tíðindastovan Bloomberg hevur framleitt ein roknihátt, sum skal kunna síggja fram í tíðina, tá tað kemur til eitt kappingarár í fótbólti. Teldan hevur nú ronkað út, at Manchester City vinnur Premier League við einum stigi fleiri enn Chelsea.

 

Arsenal blívur nummar trý, meðan Manchester United blívur nummar fýra og fær seinasta atgongumerkið til Champions League komandi ár. Í mun til farna kappingarár, so røkkur Liverpool ikki Champions League fótbólti og blívur nummar fimm.

 

Serliga er tað sølan av Luis Suarez til Barcelona, sum ger at teldan hevur roknað seg fram til, at Liverpool ikki røkkur Champions League. Fyri Manchester United telur tað uppeftir, at Louis van Gaal er komin til felagið sum venjari og hevur keypt væl inn.

 

Í hinum endanum hevur teldan roknað seg til, at Aston Villa flytur niðir. Tað eru bara nøkur fá ár síðani, at Aston Villa hevði sum mál, at røkka Champions League fótbólti. Í ár sær tað út til, at málið verður at verða verandi í bestu deildini.

 

Men sum søgan sigur, so vunnu vit okkara fyrsta EM fótbóltsdyst. Tað hevði Bloomberg teldan nokk aldrin roknað út. Hóast hetta er gjøgnumført arbeiði, so verður helst okkurt, sum ikki verður sum tað stendur til at blíva.

 

Bloomberg teldan sigur:

Premier League 2014/2015:

1. Manchester City 83 (stig)

2. Chelsea 82

3. Arsenal

4. Manchester United 75

5. Liverpool 73

6. Tottenham 66

7. Everton 64

8. Newcastle 45

9. Swansea 45

10. Southampton 44

11. Stoke 44

12. West Ham 41

13. Sunderland 41

14. Crystal Palace 41

15. Leicester 40

16. West Brom 40

17. Hull 39

18. Aston Villa 39

19. QPR 38

20. Burnley 34