Tekur væntandi nakrar dagar at umvæla

Páll Vesturbú, stjóri á FT Net, væntar ongar trupulleikar við umvælingini av sjókaðalinum millum Miðvág og Hvalba.

FT-Net boðaði fyri løtuna at brek er komið á tað eina av fjarskiftissambondunum, sum er til Suðuroyar. Talan er um sambandið millum Hvalba og Miðvág.

 

Páll H. Vesturbú, stjóri á FT Net sigur við in.fo, at brekið er á sama kaðali, sum brek var á í fjør, og umleið sama stað. 

 

Páll H. Vesturbú sigur, at av tí at øll útgerðin nú er í Føroyum, skuldi arbeiði ikki tikið so langa tíð, tá veðrið einaferð verður til vildar. Hann metir, at umframt fyrireikingararbeiðið, skuldi sjálv umvælingin tikið eini tveir-tríggjar dagar. 

 

Í fjør var vaktar- og bjargingarskipið Brimil brúkt at gera umvælingar á sjókaðalin, og ætlanin er at brúka somu mannagongdir aftur, tá ið líkindi vera at gera umvælingina.

 

- Tvey kaðalsambond eru, sum knýta Suðuroy og Sandoy til miðstaðarøki. Í løtuni koyrir øll ferðslan á sambandinum millum Gomlurætt og Skopun og fer víðari til sambandið millum Skálavík og Víkarbyrgi. Dygdin á sambandinum skuldi tískil verið óbroytt.

 

Enn er ikki staðfest, hvat er hent, men væntast kann, at ringa veðrið, sum hevur verið seinastu dagarnar, kann verða orsøk til brekið.