Tekur uppskot um lestrarstuðul aftur

Tað er umráðandi at lurta, og tað havi eg gjørt, sigur Rigmor Dam

Uppskotið um at lækka inntøkumarkið fyri lestrarstuðul verður nú tikið aftur. Tað hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tikið avgerð um.

 

Hon hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lækka inntøkumarkið fyri, hvussu nógv lesandi kunnu forvinna, uttan at missa studning, úr 20.000 krónum um mánaðin, niður í 15.000 krónur um mánaðin.

 

Síðani hava atfinningingarnar heglaðar niður yvir uppskotið og tær hevur hon nú tikið til sín.

 

-  Tað er umráðandi at lurta, og tað havi eg gjørt í hesum førinum, sigur Rigmor Dam í tíðindaskrivi beint nú.

 

- Vit skulu virða lestur sum eitt fulltíðarstarv. Kortini eiga broytingar í inntøkumarkinum heldur at verða framdar í sambandi við onnur átøk, sum samstundis bøta um umstøðurnar hjá lesandi, og serliga hjá lesandi við børnum, heldur landsstýriskvinnan í mentamálum.  

 

Samgongan hevur sett sær fyri at hækka lestrarstuðulin, at byggja bíligar lestraríbúðir og at lata lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar av árinum. 

 

- Fyrsta fyritreyt er kortini at koma upp á slætt búskaparliga, sigur Rigmor Dam. 

 

Annars ætlar samgongan at seta tiltøk í verk, so at mong ung og lesandi, og lesandi við børnum, fáa fíggjarligar lættar komandi tíðina.

 

- Átøk sum skattalætti til lág- og miðallønt, familjuískoyti til fíggjarliga sperdar barnafamiljur, broytingarnar í kringvarpsgjaldinum fara veruliga at muna.  

 

- Men kortini ásanna vit, at í løtuni er óheppið at lækka inntøkumarkið fyri at finna eina sparing á 1,5 mió. kr., sigur landsstýriskvinnan.