- Vit fara fyrst eftir teimum persónum í gamla Eik Banka, sum mest sannlíkt er at fáa dømdar.
Tað Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Finansiel Stabilitet, nú stóra rættarmálið um endurgjaldskrav móti lyklapersónum í gamla Eik Banka fer av bakkastokki.
Í morgin er serligur, fyrireikandi rættarfundur. Og har verður ein leistur lagdur fyri viðgerðina víðari fram.
Tað er advokatkanningin hjá Carsten Fode frá juni 2011, ið liggur til grund fyri stevningini. Í síni advokatfrágreiðing mælir Carsten Fode til at reisa endurgjaldskrav móti tilsamans 14 persónum í gamla Eik Banka. Nú standa fýra nøvn eftir á listanum.
Teir fýra eru:
Frithleif Olsen, nevndarformaður, í nevndini síðani mars 2003
Odd Bjellvåg, næstformaður, í nevndini síðani mars 2004
Bjarni Olsen, stjóri síðani mai 1999
Marner Jacobsen, stjóri síðani mars 1999
Eisini eru grannskoðarafyritøkan Nota og stjórin har, Hans Laksá, drigin í rættin av Finansiel Stabilitet.
- Hesi, sum nú verða drigin í rættin, hava eftir okkara tykki høvuðsábyrgdina fyri tí, sum hendi í føroyska partinum av Eik Banka, sigur Henrik Bjerre-Nielsen.
Tað merkir tó ikki, at aðrir lyklapersónar í gamla Eik Banka, ið eisini eru umrøddir í advokatfrágreiðingini hjá Carsten Fode, kunnu kenna seg leysan av einum møguligum endurgjaldskravi.
- Vit tilskila okkum rætt til at fara eftir hinum seinni, sigur Henrik Bjerre-Nielsen.
Hoyr samrøðu við Henrik Bjerre-Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les meira um endurgjaldskravið móti gomlu EIK-leiðsluni í Sosialinum, sum fæst í sølubúðinum í høvuðsstaðnum í kvøld og er at fáa kring landið í morgin. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.