Tekur seg av listanum á Tvøroyri.
Tað er nú greitt, at eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri fer ikki at stilla upp kortini.
Fyri eini løtu síðani skrivaðu vit, at Javnaðarflokkurin á Tvøroyri stillaði seks valevni upp til býráðsvalið um tríggjar vikur.
Eitt av valevnunum var Tóki Niclasen.
Men nú boðar hann frá, at hann tekur seg av listanum og verður ikki valevni kortini.
Hann sigur, at tað eru persónligar orsøkir í kjalarvørrinum á rumblinum, sum hevur verið í sambandi við uppstillingina, sum núy fær hann at taka seg aftur.
Hann sigur, at hann hevur júst nú boðað frá Javnaðarfelagnum frá, at hann verður ikki valevni fyri flokkin kortini.