Oljuavgjald
Undir umrøðuni av ólavsøkurøðu løgmans, segði Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, at hann nú vil hava samgonguna at umhugsa oljuavgjaldið av álvara.
Vann ikki frama
- Tá ið seinasti skattalættin varð latin, vóru røddir frammi, sum heldur mæltu til at lækka oljuavgjaldið hjá húsarhaldum. Nevnt varð, at oljuavgjaldið, sum fer í landskassan, svarar til umleið tað, sum landsstýrið veitti í skattalætta.
Men hetta málið vann ikki frama í samgonguni, sum valdi skattalættan fram um avtøku ella lækking av oljuavgjaldinum.
- Vit hava havt nakrar oljukreppur í nýggjari tíð, men sum tíðin leið, fullu prísirnir aftur. Oljuprísurin er rættiliga høgur í løtuni, men nú er lítið, sum bendir á, at prísirnir fara at lækka aftur í bræði.
Dýr og tyngjandi
Vilhelm Johannesen ásannar, at oljan er vorðin ein alsamt størri og tyngjandi partur av húsarhaldinum, og kanska serliga rakar hetta tær stóru barnafamiljurnar.
- Men oljan er sum heild tung at bera hjá fólki, eisini hjá teimum eldru, sum skulu bera húsarhaldið við pensjónini.
Løgtingsmaðurin sigur, at í hansara heimi rinda tey 2.000 krónur um mánaðin fyri olju, og hann sigur seg hava skilt, at hetta er vanligt í dag.
- Jú, hetta er ein stórur postur, tá ið havt verður í huga, at nógvar neyðsynjarvørur eisini eru dýrar í Føroyum, eitt nú breyð og mjólk.
Kæra sína neyð
Vilhelm Johannesen sigur, at hann javnan møtir fólki á gøtuni, sum kæra sína neyð um, at tað er dýrt at liva í Føroyum og at lønin røkkur stutt.
- Hetta hoyri eg alla tíðina, leggur hann aftrat.
Løgtingsmaðurin fer tí at taka málið um oljuavgjaldið upp í samgonguni, tá ið løgtingsarbeiðið er komið rættiliga í gongd aftur eftir summarsteðgin.
- Eg haldi, at nú oljuprísirnir vísa seg at vera støðugir og hækkandi, eigur samgongan at taka málið upp og umhugsa avgjaldið av nýggjum, sigur hann.
Betri grundarlag
Vilhelm vísir á, at fíggjarlógin, sum hevur havt hall seinastu árini, nú aftur er við at koma á rættkjøl, og tí heldur hann, at tíðin er komin at minka um avgjaldið - ella taka at tað burtur, um grundarlag er fyri hesum.
Enn hevur hann tó ikki tikið málið upp í sínum egna flokki.
- Nú er nakað síðan, at eg sá nakrar framskrivingar um støðu landskassans, men eg haldi virkuliga, at samgongan í fyrsta lagi eigur at taka hetta málið upp. Tað fari eg so at mæla henni til at gera, sigur løgtingsmaðurin, Vilhelm Johannesen.










