Tekur nógv ár at bøta skaðan

Umleið 9.000 fólk royna at taka upp oljuna, sum rann úr tangaskipinum Hebei Spirit og inn á suðurkoreonsku strondina, har hon ger óbótaligan skaða

-Tað fer at taka minst tveir mánaðir, áðrenn vit hava fingið ta seinastu oljuna burtur hiðani, og tað fara at ganga nógv ár, áðrenn náttúran kemur aftur í rættlag, sigur suðurkoreanski oljumálaráðharrin Kang Moo-hyun.

 

Síðani fríggjadagin hava túsundtals hermenn, umhvørvisfólk og sjálvboðin runnið aftur og fram við spannum og baljum, men uppgávan at taka meiri enn 10.000 tons av olju upp er stór. Myndugleikarnir siga, at oljan hevur dálkað meiri enn 40 kilometrar av eysturstrondini, og at ein 150 kilometrar long oljuál toyggir seg frá landi og til havs.

 

Suðurkoreanska stjórnin kunngjørdi í gjár, at tað dálkaða økið er vanlukkuøkið, og tað ber millum annað í sær, at fiskimenn, alarar og onnur, sum missa inntøku orsakað av dálkingini, fáa rætt til stuðul frá tí almenna.

 

Oljudálkingin er tann ringasta í suðurkoreonsku søguni. Ein onnur stór vanlukka var í 1995, tá 5.000 tons av olju róku inn á strondina har suðuri í landinum.