Tekur MMR okkum ungu í álvara?

Næmingar skulu skriva nógvar føroyskar stílar ígjøgnum skúlaárið í framhaldsdeildini. Bæði í áttanda og níggjunda flokki. Viðhvørt leita lærararnir fram til tey gomlu stílheftini, tí úrvalið av stílheftum er heldur fátækt.

Evnini í teimum gomlu stílheftunum eru ikki altíð viðkomandi fyri ungdóm í dag, og møguleikarnir at skriva ein góðan stíl eru tí ofta skerdir. Í skrivligum royndum verða gomul stílhefti tíbetur ikki nýtt. Ja, tíbetur er kanska skeiva orðið, tí tað so at siga góða, nýggja og viðkomandi stílheftið er alt annað enn á rættari kós, og brádliga leingist einum aftur til tað svart/hvíta stílheftið frá 90‘unum.
Nógvir spurningar verða settir um føroyska skúlan, skúlaskipanina og Pisa-úrslitini. Mentamálaráðið sigur, at vánaligi fakleikin hjá føroyskum næmingum ikki skal skapa ótta, men heldur takast sum eina avbjóðing. Skúlaskipanin broytist, kanningar verða gjørdar, og alsamt roynir mann at finna orsøkina til, hví føroyskir næmingar klára seg so illa. Men kann tað vera, at ein partur av orsøkini situr í Mentamálaráðnum sjálvum? Hvussu kann verða sagt við okkum ungu, at vit eru ov dovin, eru ov lítið málrættað og ikki taka skúlan í álvara, tá MMR ikki tekur okkum í álvara?

“Nýggju og spennandi” stílevnini
Hesa vikuna hevur framhaldsdeildin og Nám-X í Eysturskúlanum í Havn verið til skrivligar royndir. Eg gangi í 9. flokki, og týsdagin, tá ið vit skuldu skriva føroyskan stíl, kom brádliga ein kend kensla fram. Tað var sama kenslan, sum eg fekk, tá ið vit í 6. flokki vóru í landsroynd í føroyskum. Tað var kenslan av, at onkur helt okkum fyri gjøldur.
Skriva um títt frítíðarítriv, skriva um tín yndisfilm og skriva um talentkappingar? Hvat eru tað fyri evni at koyra í eitt stílhefti til 9. flokk? Ja, at skriva føroyskan stíl týsdagin var ein sonn avbjóðing. Ikki tí at evnini vóru torfør, men tí at tey vóru so heilt av leið vánalig.
Eitt stílhefti skal hava evni, ið raka allar málbólkar í einum vanligum føroyskum 9. flokki. Evni til teir fakliga veiku næmingarnar, evni til miðal næmingin og evni til tann sterka næmingin. Her skal sigast, at einasti málbólkur, ið var raktur, var lægsti felagsnevnarin. T.v.s. tey, ið altíð leypa upp um garðin, har hann er lægstur. Tey, ið aldri gera sær ómak við skúlan og ikki leggja petti í, um stílurin verður góður ella vánaligur.
Vantandi hugflog og vitan innan fyri, hvat er viðkomandi fyri ungdóm er orsøkin til hetta. Tað er lítil nýhugsan í stílevnunum og einki nýfunnið tilfar. Teksturin til eitt stílevni er antin úr eini bók, eini blaðgrein ella onkrum øðrum líknandi. Tá ið tað er so einfalt at seta eitt stílhefti saman við tilfari, mann so at siga fær givið upp í hendurnar, hví eru tey so so heilt ótrúliga vánalig?
Vanliga eru tey ensku og donsku stílheftini betri enn tey føroysku. Men til hesa royndina vóru møguleikarnir at skriva ein góðan stíl ógvuliga skerdir, og tað var ringt at finna eitt hóskandi evni at skriva um.

Føroyskir næmingar troyttir av at skriva um happing
Happing er ein stórur og afturvendandi trupulleiki í fólkaskúlanum. Nógvir eru teir næmingarnir, ið líða undir hørðu avleiðingunum av happing. Nógv verður tosað um happing í skúlanum fyri at fyribyrgja tí og koma tí til lívs. Eisini er happing eitt heitt og afturvendandi evni í stílheftum, so afturvendandi, at tað er í nærum hvørjum einasta stílhefti. Er hetta rætti máti at fyribyrgja happing? Eg ivist, tí á henda hátt at trútta happing niður í næmingar, ger, at teir lata oyruni aftur, bara teir hoyra orðið happing. Tað geri eg í øllum førum.

Hvat vænta tit av okkum?
Vánaligu stílevnini vísa, at einki verður væntað av okkum næmingum í framhaldsdeildini. Gloppið er bara alt ov stórt frá vánaligum stílevnum í framhaldsdeildini til miðnám, har mann skal viðgera og grein tekstir. Einasta, vit næmingar vilja, er at fáa góð, tíðarhóskandi og spennandi stílevni. Tað skuldi ikki verið ov nógv at biðja um!