Tekur ikki undir við at føroyingar sleppa at skjóta við riflu

– Vit hava einki at brúka riflu, heldur løgtingsmaður

– Vit hava einki at brúka riflu til og tí taki eg heldur ikki undir við at tað aftur verður loyvt at hava riflu í Føroyum.

Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður, nú Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur mælt landsstýrinum til at skipa fyri, at føroyingar aftur sleppa at fáa riflu at veiða kóp við, tí tað er ólógligt at veiða kóp við høglbyrsu.

Løgtingið viðger eitt uppskot um at tað skal ikki vera loyvt at avlíva kóp í sambandi við aling og tað hevur skund at fáa tað samtykt, tí tað skal vera avgreitt áðrenn 15. mai, tað er nú fríggjadagin.

Tað er USA, sum krevur, at uppskotið verður samtykt, annars sleppa vit ikki at útflyta til USA longur.

Henrik Old er sjálvur  limur í Vinnunevndini og hann hevur skrivað undir tilmælið um at broyta vápnalógina, so at tað aftur verður loyvt at hava byrsu at skjóta kóp við.

Men tá ið Løgtingið umrøddi málið, gjørdi hann vart við, at hóast hann tekur undir við, at uppskotið verður samtykt, tekur hann ikki undir við áheitanini á Landsstýrið um at broyta vápnalógina, so at tað aftur verður loyvt at hava byrsu í Føroyum.

Les eisini: Vilja hava eina skjótibreyt í Føroyum

Hann sigur, at í síni tíð var hann við til at samtykkja, at tað skuldi vera ólógligt at hava riflu og tað var nettupp tí tað er eitt so vandamikið vápn – og hann heldur ikki, at nøkur orsøk er til at broyta hetta.

Hann heldur, at rifla er alt ov vandamikið vápn, og vit hava heldur einki at brúka riflu til. Og at tað ikki ber til at veita kóp uttan við riflu, er ósatt, tí tað hava føroyingar gjørd í øldir.

Annars undrast løgtingsmaðurin, at tað er úr USA, at eitt slíkt krav kemur.

– Tað er heilt ófatiligt, at at eitt land, har milliónir ikki eiga mat í munnin, skulu nokta okkum, at vit ikki skulu skjóta nakrar kópar, heldur hann.

Partamaður hanasra Bjarni Hammer, er ikki heilt samdur, tí hann heldur, at vit eiga at fáa skipað viðurskifti á hesum øki.

Hann sigur, at sum er, fáa fólk undantaksloyvi at fáa riflu, eitt nú at skjóta kóp við, men tey fáa onga sum helst undirvísing í at brúka riflu, sum er eitt serstakliga vandamikið vápn tí tað ber so langt.

Tí tekur hann undir við at vit fara undir skipaða kópaveiði við riflu, men at vit samstundis eisini fáa ein skjótibreyt í Føroyum, har fólk kunnu fáa holla undirvísing í vápnabrúki.