Tekur farloyvi tá tað er neyðugt

Sambært Høgna Hoy­dal, so ber tað væl til at røkja løgtings- og fólk­a­tings­starv­ið samstundis. Hjá hon­um ber tað so væl til, at hann teir 64 seinastu ting­­fund­ir­nar ikki hevur havt fyri neyð­ini at biða varamann sín, Páll á Reynatúgvu, um at møta fyri seg í løg­ting­i­num.

Ikki fyrr enn týsdagin - tá ting­fundur nummar 65 síð­­ani hann seinast hevði far­­loyvi skuldi haldast, var neyð­­ugt at fáa varamannin inn.

- Eg boðaði beinanvegin frá, tá eg varð valdur í Fólkatingið, at er fór at taka far­loyvi frá løgtingsting­ar­beið­i­num í tann mun tað fall saman við a­r­beið­­i­num í Fólk­­a­ting­i­num. Og tað hev­ur í langa tíð ikki ver­ið neyð­ugt at fingið far­loyvi, tí tað hevur væl borið til at røkt bæði størvini, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísur aftur, at ting­lim­ir hjá Tjóðveldi nú binda um heil­an fing­ur og biðja um far­­loyvi, fyri at viga upp í­­móti øðrum førum, har ting­lim­ir hava verið burtur uttan at fáa næsta fólk á listanum inn fyri seg.

Í løtuni eru bæði Páll á Reynatúgvu og Heidi Pet­­er­­s­en á tingi, tí bæði Høgni Hoy­dal og Torbjørn Jac­ob­sen eru burturstaddir. Høgni Hoy­dal á Fólkatingi og Tor­bjørn Jacobsen í ør­ind­um fyri Run­a­vík­ar komm­­unu sum havn­ar­meist­ari. Hann er til cruise-stevnu í franska býnum Cannes.

Tá Høgni Hoydal var lands­stýrismaður í CHE sam­gonguni í 2008, røkti Sjúrð­ur Skaale fólk­a­tings­ar­beiðið fyri hann. Tá segði Sjúrð­­ur Skaale, at tað ber ikki til at røkja løgtings- og fólk­a­tings­ar­beið­ið sam­­stund­­is, og hann legði tí løg­­tings­ess­in frá sær alla tíð­ina, hann var í Fólkatinginum.