Tekur drúgva tíð at umvæla skaðan

Dúgvan fer ikki aftur í sigling næstu vikurnar, og tað skapar trupulleikar í samferðsluni

 

Tað fer at taka einar fýra vikur at umvæla strandfaraskipið Dúgvuna, eftir at annar av motorunum umborð fór týsdagin.

Hetta skapar trupulleikar í samferðsluni, tí Ternan, sum røkir siglingina um Lorvíksfjørð, er ikki nøktandi og samstundis ynskt á aðari farleið.

Tí fer Strandferðslan at leita eftir einum avloysaraskipið til farleiðina um Lorvíksfjørð til Dúgvan kann fara í sigling aftur.

Tað fer at kosta pengar at leiga avloysaraskip, men landsstýrismaðurin er komin uppí málið fyri at finna eina hóskandi loysn ? eisini á fíggjarspurninginum.


Vestmannasund eisini rakt

Ternan røkir sum er leiðina um Lorvíksfjørð, men skipið klárar ikki somu ferðsluna sum Dúgvan, og tí kann tað skapa trupulleikar á farleiðini.

Samstundis er farleiðin um Vestmannasund rakt, tí Ternan er tikin úr siglingini har. Nú røkir Sam einsamallur hesa siglingina.

Dúgvan skuldi eftir ætlan í dokk í ár, og ætlanin er at gera hetta arbeiðið samstundis, sum motorskaðin verður umvældur.