Tekur 600 ár at niðurbróta trol

Á Føroya Sjósavni á Argjum læra fólk eisini týdningin av at fara væl um náttúru og havøki.

Umframt at Føroya Sjósavni á Argjum hevur nógv forvitnisligt at bjóða teimum, sum vitja inn á gólvið, læra fólk eisini týdningin av at fara væl um náttúru og havøki. Í savninum er nevniliga eitt "fangandi" akvarium við trolpettum, plastfløsku, plastborðiski, plastposa og onkrum jarnbikari til dósamat.

 

Sagt verður, at tað tekur heili 600 ár hjá náttúruni at beina burtur - ella niðurbróta - eitt trolpetti, 450 ár at niðurbróta eina plast-sodavatnsfløsku, og eini 10-20 ár at niðurbróta ein beriposa úr plasti. 

 

Hetta er talandi og fangandi og sigur okkum, at vit eiga at ansa eftir ikki at lata slíkt fara út í náttúru og havøki. Tíðin tað tekur at niðurbróta plast og annað, ger, at rúgvan av burturkasti í umhvørvinum er vorðin øgilig, sum árini eru gingin.

 

Føroya Sjósavn, ið er ein sjálvsognarstovnur, byrjaði sítt virksemi í 2007 í gamla Íshúsinum á Argjum. Síðan henda dag hevur forvitnisliga og forkunnuga savnið tikið ímóti 10.000-14.000 gestum um árið.

 

Stórur partur av teimum, sum vitja savnið, er skúlaungdómar. Men, serliga um summarið koma eisini onnur fólk í stórum tali á gátt, og eingin ivi er um, at Føroya Sjósavn er eina vitjan verd, bæði hjá børnum og vaksnum.