Týsdagin í næstu viku eru umleið 5.000 fólk boðin til franska býin Tolouse at hyggja at nýggja risaflogfarinum hjá Airbus-verksmiðjuni.
Airbus 380 er í tveimum hæddum og hevur pláss fyri 555 ferðafólkum. Flogfarið hevur helvtina størri gólvvídd enn jumbojetflogfarið hjá amerikonsku verksmiðjuni Boeing, sum í løtuni er heimsins størsta ferðamannaflogfar, og tað tekur 39 prosent fleiri ferðafólk.
Enn hevur Airbus 380 ikki verið í luftini, og tær fyrstu royndarflúgvingarnar verða ikki fyrr enn í heyst. Kortini er áhugin stórur, og fleiri flogfeløg hava longu bílagt nøkur av teimum nýggju risaflog-førunum. Eitt nú hevur avstralska ferlagið Qantas bílagt 12 Airbus 380.
Í USA er Boeing í øðini um, at Airbus-verksmiðjan fær stóran stuðul frá ES, men svarið úr Bruxelles er, at Boeing fær eisini stóran stuðul úr amerikanska ríkiskassanum.