Mýrifípan, ið húsast í einum kjallara í Stoffalág í Havn, byrjaði sum vevstova fyri nógvum árum síðani. Tað var Olevina Joensen á Langasandi, sum byrjaði at veva við hond. Hon, maðurin Amon og børnini, fluttu til Havnar fyrst í 1950-unum, har Olevina helt fram at veva. Hon undirvísti og fekk sær konur afturat sær at veva, tí eftirspurningurin var stórur.
Eftirspurningurin vaks, og Olevina keypti sær ein maskinvev úr Danmark fyrst í 1970-unum. Hon hevði útbúgving innan veving og hevði nógv fólk í starvi.
Í 1993 tók ommudótturin Tóra Egilsdóttir yvir, og rekur hon Mýrifípuna enn í somu húsum, sum vóru keypt til endamálið fyrst í 1970-unum.
Tóra sigur soleiðis um Mýrifípuna: Virksemið er nakað broytt gjøgnum árini. Vit fóru undir hosuframleiðsluna í 2004, tá vit keyptu maskinurnar frá Tekstilvirkinum í Kaldbak. Seinri keyptu vit so nakrar maskinur afturat úr Noreg. Eisini hava vit keypt ein maskinvev afturat, soleiðis at vit nú hava tveir vevar.
Framleiðslan á virkinum fevnir í høvuðsheitum um kotavadmal, plaid og toy til skjúrt, sum vit eisini seyma føroyskar húgvur burturúr. Umframt fleiri ymisk sløg av hálvhosum binda vit eisini tunnar hosur og ullintar hosur til børn. Vit leggja stóran dent á at brúka fyrstafloks tilfar, og at greiða arbeiðið væl úr hondum. Okkara vørur eru at fáa í ymsum handlum kring alt landið, sigur Tóra Egilsdóttir.
Á virkinum arbeiða fleiri fólk, har eitt er fulla tíð, meðan hini eru parttíð.
Vit hava annars eisini gjørt serligar uppgávur, so sum gólv leyparar, gardinur, møblaklæði o.a. millum ár og dag, og altíð eru sovornar uppgávur øðrvísi og spennandi, sigur Tóra Egilsdóttir.