Russiska skaðanevndin, sum kannar flogvanlukkur, kunngjørdi í dag, at tað var eftir øllum at døma eitt tekniskt brek, sum gjørdi, at eitt ferðamannaflogfar við 43 fólkum datt niður nærhendis býnum Tjumen mánamorgunin.
-Eftir tí, sum vit higartil hava kannað, bendir alt á eitt tekniskt brek. Vitni hava greitt frá, at tey sóu royk koma úr motorunum, meðan flogskipararnir royndu at venda aftur til flogvøllin, haðani flogfarið júst var farið, segði talsmaðurin hjá skaðanevndini, Vladimir Markin, við fjølmiðlarnar í dag.
Vanlukkuflogfarið, sum var av slagnum ATR-72-200, var bygt í Italia.










