Tekniskir snávisteinar darva 3G

Tað gongur strilti hjá Vodafone at fáa nýggja 3G-netið at virka. Fýra støðir í Havn eru virknar, men hóast klaksvíkingar og fólk við Skálafjørðin fingu lovað 3G tøknina áðrenn jól, er skipanin enn ikki klár

Ein lítlan mánað undan jól komu Vodafone við boðunum, at nú fáa allir føroyingar nýggjastu tøknina innan fartelefoni, 3G. At byrja við skuldu fýra støðir í Havn senda, soleiðs at nýggja tøknin var klár at nýta beinanvegin.

Harafturat skuldu støðir á Toftum og í Klaksvík verða klárar fyri jól, men enn eru tær støðirnar ikki farnar at virka.

- Vit hava onkrar tekniskar trupulleikar har, soleiðs at støðirnar eru ikki farnar at virka enn. Men tað kann vera hvørja løtu, at tær fara at virka. Tað kann verða í dag, í morgin ella um eina viku. Tað er ikki til at siga, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri á Vodafone.

Hóast Vodafone er eftir ætlanina við nýggjastu tøknini, væntar Bjarni A. Bjarnason at teirra málsetningur, at 80 prosent av landinum skulu hava nýggjastu tøknina innan ársenda, fer at halda.

- Tað er eitt sindur trupult í byrjanini, men tá vit hava fingið hesar støðirnar at virka, hava vit ein leist, vit kunnu arbeiða eftir, og tá gongur tað væntandi skjótari, sigur stjórin á Vodafone í Føroyum.


Einki jólahitt

Tá nýggj fartelefontøkni kemur á marknaðin stutt fyri jól, plagar tað vanliga at vera gravgangur eftir at fáa nýggju tøknina. Men soleiðs hevur eftir øllum at døma ikki verið við nýggju 3G tøknini.

- Enn er tað nokk mest brúkt til breiðband. Tað eru fólk, sum mugu hava breiðband hjá sær alla tíðina, sum hava fingið sær 3G, greiðir Bjarni A. Bjarnason frá.

Sostatt er nýggja tøknin ikki blivin tað stóra jólahittið, ið Vodafone kanska ynskti, tá teir komu út við nýggju tøknini tann 1. desember í fjør.