Í greinunum báðum roynir Poul Michelsen at geva Tjóðveldisflokkinum skylduna av, at Tekniski skúli ongan veg er komin. Nú skal eg líka minna á, at Tjóðveldisflokkurin hevur sitið í andstøðu í 2½ ár, og at PM hevur sitið í samgongu hetta tíðarskeið. Og at tað tí neyvan kann verða Tjóðveldisflokkurin, sum hevur forhálað eini loysn av byggingini.
Men trupulleikin hjá PM er, at eitt projekt lá klárt uppi í Mentamálaráðnum, tá ið Jógvan á Lakjuni tók við í febr 2004. Tingfólk hava fingið møguleika fyri at sæð tað projektið, og varð tað sera væl móttikið av bæði samgongu og andstøðu. Men so kom kynkur í sitandi samgonguna um skúlan, og valdi hon tí at punkterað ta ætlanina, sum Tjóðveldisflokkurin annars handaði Jógvani á Lakjuni. Men tað sum verri er, at meðan samgongan hevur valt hesa verkætlan frá, so hevur hon ikki arbeitt við nøkrum alternativið.
Skilji væl, at PM er skuffaður av síni egnu samgongu, men eri samstundis skuffað av, at hann velur at skjóta eftir Tjóðveldisflokkinum fyri hetta. Eri eisini skuffað av, at PM uttan orð ella eið góðtekur, at Jógvan á Lakjuni biðjur um 180 milliónir uttan at vita, hvør skúli skal byggjast fyri pengarnar.
Poul Michelsen góði, skilji væl tínar frustratiónir, nú samgongan ikki er samd um, og ikki veit, hvør skúli skal byggjast. Men tað er ófatiligt, at tú ikki hevur trýst Jógvan á Lakjuni at arbeitt við einum alternativið til okkara uppskot, tá ið tú góðtókst, at okkara uppskot varð vrakað. Ístaðin verður orkan brúkt til at skriva lesarabrøv móti Tjóðveldisflokkinum og undirritaðu.
Og so er tað fíggingarhátturin, sum skilir Tjóðveldisflokkin og samgonguna.
PM sigur, at tað einasta rætta er at fíggja skúlan yvir 20 ár, tí at ein lóg um yrkisskúlar loyvir hesum. Tað er rætt, at lógin loyvir stuðli til skúlabygging av yrkisskúlum. Men hon sigur onki um, at hesin stuðul skal verða rentu og avdráttarfrítt veðhaldslán yvir eitt óavmarkað tíðarskeið. Og hon sigur heldur onki um, at stuðulin ikki skal síggjast aftur á fíggjarlógini. Men hetta heldur PM kortini er í fínasta lagi. Og (mis)brúkar lógina sum umbering.
Um PM heldur hetta verða ein skilagóðan fíggingarhátt, so kann samgongan bara gera hetta lógligt til eina og hvørja verkætlan. Vit eru jú lóggevandi valdið og hava tí amboðið til tað. Tað var eisini tað, sum samgongan ætlaði skuldi verða mannagongdin við Hovstunnlinum, at gera hendan fíggingarháttin lógligan. Men hesum stríddust Tjóðveldisflokkurin ímóti við hjálp frá PM - og vit vunnu! Men nú er PM eftir øllum at døma hvokkin og orkar ikki at stíðast ímóti tilvildarligum samgonguavgerðum.
Tjóðveldisflokkurin mælti til, til atkvøðugreiðsluna í tinginum mikudagin, at tekniski skúli varð bygdur, og at hann varð fíggjaður yvir 5 ár. Soleiðis høvdu vit sæð virksemi av hesi bygging aftur á fíggjarlógini. Men hesum atkvøddi PM ímóti! Meðan Tjóðveldisflokkurin eisini Tobbi og Finnur atkvøddu fyri! Tjóðveldisflokkurin hinvegin atkvøddi so ímóti, at skúlin skuldi fíggjast yvir 20 ár, meðan PM atkvøddi fyri tí. Soleiðis atkvøddi alt tingið fyri at tekniski skúli skuldi byggjast í Havn, men ósemjan stóðst um fíggingarháttin.
So hvør er meira fyri, og hvør er meira ímóti, at nýggjur Tekniskur skúli skal byggjast í Havn, tað kann lesarin sjálvur meta um.
At PM í tveimum blaðgreinum verjir ein fíggingarhátt, sum vit síggja sum ræðumynd frá 80 árunum, kann bara verða tí, at hann er partur av eini samgongu, sum ikki ynskir ein sjálvberandi búskap. So hvør í svikar hvønn, kann lesarin og veljarin eisini meta um.