Sambært Magna Arge, stjóra í Atlantsflogi, er tað rein tilvild, at tvey ymisk flogfør fáa trupulleikar dag um dag Tvey flogfør hjá Atlantsflogi hava seinastu dagarnar havt trupulleikar, sum hava havt við sær, at flogførini eru vend aftur.
Tað fyrra var mánadagin, tá ein indikatorur vísti, at eitt hjól ikki var komið upp, og í gjár var galið við flappunum á einum øðrum flogfari.
Men sambært Magna Arge, er talan um reina tilvild, at hetta hendir dag um dag, samstundis, sum tað ikki er óvanligt, at tílíkir smáir tekniskir trupulleikar stinga seg upp.
- Tað kann henda, at ein pera brestur í tí mann fer uppfrá, og flogførini, ið vóru rakt av trupulleikum, eru millum tey yngru flogførini, staðfestir Magni Arge. Hann sigur somuleiðis, at allar vanligar mannagongdir vórðu fylgdar, tá flogførini vórðu kannað fyri fráferð.
Somuleiðis greiðir hann frá, at hendingarnar onki hava við páskir og frítíð at gera.
- Vit hava havt nógv meira trýst á fyrr í vetur, og mekanikararnir eru teir somu, sum tað plaga at vera.
Afturat hesum vísir Magni Arge á, at hann heldur tað vera óheppið, at miðlarnir gera so nógv burturúr hesum hendingum, tí tað kann hava við sær, at fólkini í flogfelagnum fara at sleppa mannagongdunum, sum kann minka um trygdina.
- Nú eri eg noyddur at greiða mínum starvsfólkum frá, at tey til eina og hvørja tíð mugu syrgja fyri, at fylgja vanligu mannagongdunum, sum at venda aftur við flogførum, tá okkurt er á vási, og ikki detta í ta grøvina at sleppa mannagongdum, tí miðlarnir leggja trýst á, sigur Magni Arge.
- Mannagongdirnar eru tín trygd fyri, at onki álvarsligt hendir, og tað er altíð okkurt, sum kann henda undir fráferð, vísir Magni Arge á. Samstundis, sum hann metir, at hetta er svart óhepni, at trupulleikarnir koma dag um dag.