Tekniska nevnd úr Nuuk vitjar Boðanesheimið

Halla Samuelsen, býráðslimur
-----

Tórshavnar kommuna hevði í farnu viku vitjan av teknisku nevnd úr Sermersooq Kommunu (Nuuk) í Grønlandi. Tey skulu á vitjanini hyggja at fleiri framtøkum í Tórshavnar kommunu á tekniska um umhvørvisøkinum.

Tey vitjandi vóru Adolf Holm, formaður í Udvalg for Anlæg og Miljø, Poul Hansen, næstformaður í Udvalg for Anlæg og Miljø, Vittus Mikaelsen, fyrrverandi borgarstjóri í Angmaksaliiq, Thorkild Lauridsen, Forvaltningchef af Anlæg og Miljø, Roar Heini Olsen, umhvørvisleiðari, sum er føroyingur, og Dora Heilman, tolkur.

Nevndin hevur víst stóran áhuga fyri royndini hjá kommununi við sjóvarhita. Grønlendska sendinevndin vitjaði tí m.a. á Boðanesheiminum, har forkvinnan í sosialu nevnd, Halla Samuelsen, heilsaði uppá og verkætlanarleiðarin síðani vísti runt og greiddi frá um skipanina við sjóvarhitanum, sum er ein royndarverkætlan, ið kommunan er farin undir, og sum hevur vakt ans uttanlands.