Kvølskúlanæmingar sýna fram tekningar um vikuskiftið Kvøldskúla-bólkurin í ?livandi modelltekning? (qroquis-tekning), hjá Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla við Janusi D Guttesen, sum lærara, og sum í vetur hevur teknað eftir modellum, sýnir fram tekningar í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadegnum til sunnudagin frá kl. 15 til 18 allar tríggjar dagarnar.
Tey vísa, hvussu tey tekna mannakroppin við m.a. blýanti, tuscsj og litkritum. Tekningarnar eru millum hálvan minutt og hálvan tíma langar at gera. Nakrar av tekningunum eru teknaðar við vinstru hond, ella tí hondini tey ikki eru von at tekna við - ofta við góðum úrsliti.
Tekning av livandi mannakroppi er grundarlagið hjá málarum, tekniraðsteknarum og øðrum, sum á ein ella annan hátt avmynda menniskjað í teirra list.