Á býarbókasavninum í Havn ber nú til at síggja tekningar, sum børn hava gjørt seinastu vikuna Í Umhvørvisvikuna í Tórshavnar kommunu hevur teknikapping verið á barnabókasavninum. Seinasta freist at lata tekningar inn var hósdagin 8. mai.
Tekningarnar verða sýndar fram á barnabókasavninum í eina viku, og vinnandi tekningin verður avdúkað síðst í komandi viku.
Í sambandi við at framsýningin letur upp, bjóðar Býarbókasavnið kaffi, juice og køku fríggjadagin og leygardagin.