Tekjur rivið í nógva vindinum

Tað er nógvur vindur í dag. Hann sigur upp í storm í støðum í dag og veðurstøðirnar hjá Landsverk vísa upp í 42 m/s í hvirvlum á Sandaváhshálsi, har tað er mesti vindur.

 

Tað hava eisini verið nakrar skaðafráboðanir.

 

Tvær tekjur hava rivið seg leysar. Ein reiv í morgun á einum sethúsum í Haraldsundi og sama gjørdi tekjan á flakavirkinum í Nólsoy.

 

Tað skal verða nógvur vindur út á dagin, so tað ræður um at ansa sær, tí leysir lutir kunnu fúka í vindinum.