Ellisheimið á Sýnini í Miðvági varð bygt, árini frá 1970 til 1972. Tekjan er úr takpappi, sum verður sveisað niðurá. Men tíðarinnar tonn hevur gjørt seg inn á heimið, eitt nú var tekjan farin at leka, og skuldi tí skiftast.
Men nýggj tekja varð keypt og avleverað í túnið, so lekur framvegis á Røktarheiminum á Sýnini. Pengar eru ikki til arbeiðsløn til at skifta alla tekjuna.
Tað staðfesti byggideildin á Landsverki, tá tey vitjaðu Røktarheimið á Sýnini í summar. Í frágreiðing eftir eftirlitisvitjanina skrivar Landsverk millum annað:
Rotnu pláturnar eru skiftar, nýtt undir- og yvirpapp við tilhoyrandi listum er lagt, men arbeiðið bleiv steðgað. Sum er lekur enn í støðum, har írestandi tekjan manglar at blíva løgd.
Landsverk metir, at tað kostar umleið 300.000 krónur at leggja tey síðstu 30 prosentini av tekjuni á.
Tekjan er bara ein av fleiri átrokandi ábøtum, ið skulu gerast á Røktarheimið á Sýnuni. Luftskiftið í køkinum er somikið vánaligt, at tað elvir til soppavøkstur. Og harumframt eru rýmingarleiðirnar í vánaligum standi. Tilsamans skulu átrokandi ábøtur fyri 1,5 millión krónur gerast á heimið, metir Landsverk.
Røktarheimið á Sýnini í Miðvági er sjálvsognarstovnur. Men tað er Almannamálaráðið sum varar av heiminum, samstundis sum Landsverk hevur ábyrgd av sjálvum bygninginum.
Landsstýriskvinnan í almannamálum er á veg í løgtingið við eini eykajáttan á umleið 1,5 millión krónur.