Tekin um vantandi upplýsing

Petur á Lava, deildarstjóri á Brunaumsjón Landsins, undrast á, at fólk kynda eld innandura. – Vit hava givið tørv á meira upplýsing um handfaring av eldi, sigur hann.

- Um fólk læra børnini, at tað er í lagi at kynda opnan eld innandura, so má tað vera vantandi kunnleiki, ið ger seg galdandi, sigur Petur á Lava, deildarstjóri á Brunaumsjón Landsins. Hann er ikki sørt skakaður av, at fólk finna uppá at kynda opnan eld innandura. Men í sama viðfangi tekur hann í egnan barm og viðgongur, at tað er alt ov lítil upplýsing um eld og handfaring av eldi í Føroyum.
- Vit áttu at verið meira úti um okkum og upplýst upp í saman, eins og vit kenna tað frá upplýsingarherferðum í grannalondum okkara, sigur Patur á Lava.
- Ein kend regla viðvíkjandi handfaring av eldi er, at tú skalt ikki koyra eldfimt tilfar á eldin, tí tað kann bæði eksplodera ella eldur kann koma í stráluna, og soleiðis festa í dunkin, sigur hann.
- Hetta ljóðar rættiliga óforsvarligt, serliga tí børn eru til staðar og tað er so skjótt at onkur kemur undir okkurt – ikki minst tá soviposar eru inni, og ongin vaksin er til staðar, sigur hann at enda í viðmerking til málið.
Ongin trygdarútgerð var á kirkjuloftinum á Argjum – hvørgan eldsløkkjari, brandteppi ella brandalarmur. Spurdur, hvør hevur ábyrgdina av at tílík útgerð er til taks, sigur Petur á Lava, at Brunaumsjónin hevur góðkent bygningin, men at tey hava ikki ábyrgdina av at útgerð er tøk.
- Á brúksøkinum er ein týðandi mangul, tí tað er upp til umsitingina á einum slíkum stovni at fáa til vega trygdarútgerð, sigur Petur á Lava, sum tó vísir á, at á heimasíðuni hjá Brunaumsjónini eru rakstrarreglur fyri samkomuhús