Tekin um rúsevnismisnýtslu

Hvussu veitst tú, um títt barn er misnýtari? Á heimasíðuni hjá Apotekinum ber til at síggja, hvørji tekin eru hjá ungum, sum nýta rúsevni

Um stórar broytingar henda í atburðinum hjá tí unga, kann tað verða tekin um rúsevnis misnýtslu. Tað er hóast alt týdningarmikið at hava í huga, at hesi tekin eisini kunnu verða partur av pubertets útviklingini.

 

Samstundis er týdningarmikið at vita, at hvørt tekin sær noyðist ikki at verða orsøk til vanda. Um so er at fleiri tekin koma til sjóndar, kann tað verða eitt hugskot, at spyrja seg inn til gerandisdagin hjá tí unga.

 

Tekini kunnu verða hesi

-Humør og hugburðsbroytingar

 

-Brádliga at ikki møta í skúlanum og líkasæla við skúlating

 

-Brádlig mótstøða ímóti reglum í heiminum og skúlanum

 

-Óvanlig illsinnis útbrot

 

-Vaksandi tørv at lána pening frá foreldrum ella vinum

 

-Ognir hjá tí unga seljast ella burturmissast uttan at tað kann frágreiðast

 

-At tann ungi gerst loyndarfullur um sínar gerðir og sínar ognir

 

-Samskifti við nýggjar vinir, sum foreldrini nærmast aldrin síggja nakað til, og sum barn títt aldrin hevur tosað um.

 

-Um tú finnur rúsevni ella tekin um rúsevnis nýtslu.

 

-Tann ungi er mangan deprimeraður

 

-Tann ungi er óvanliga troyttur

 

-Tann ungi hevur trupulleikar við at sova

 

 

Kelda: ?Rusmiddelguide - For forældre til teenagere?, Center for Misbrug i Ribe Amt