Tekin um politiska ómegd

Løgmaður kann ikki vera nøgdur við, at 31 prosent av føroyingunum kenna seg sum ein part av visjónini, sigur Jógvan Mørkøre. Hann heldur, at vandi er fyri, at visjónin verður til eina illusión - ein polerað nútíð, sigur Jógvan Mørkøre.

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum hevur staðið fyri veljarakanningini, sigur at tølini í kanningini staðfesta tað, sum hann leingi hevur havt varhugan av: At Visjónin er miseydnað.
- Um ætlanin var, at øll skulu vera við, og at hetta skal vera fólksins visjón, so er visjónin fallin til jarðar, ongin ivi um tað. Tað er als ikki nóg mikið, at 31 prosent kenna seg sum ein part av ætlanini, og at bert 12 prosent vænta, at vit verða heimsins fremsta land í 2015, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann heldur ikki, at tað er ov tíðliga at spyrja fólk, um tey kenna seg sum ein part av visjónini, hóast strategibólkarnir ikki eru lidnir enn.
- Løgmaður hevur fleiri ferðir víst til breiðu semjuna og at allir føroyingar skulu vera við, sigur hann.

Politisk ómegd
Spurdur, um tað ikki hevur týdning, at vit seta okkum nøkur ítøkilig politisk mál, sigur, sigur Jógvan Mørkøre:
- Veruleikin er tann, at hetta er tekin um politiska ómegd hjá flokkunum í samgonguni. Vanligt var, at politikarar vóru politiskir hugsjónarmenn og gingu á odda, sigur Jógvan Mørkøre. Hann greiðir frá, at nú er vent í holuni, og tað, sum politisku flokkarnir áttu at stungið út í kortið, nú verður latið upp í hendurnar á embætisfólki og ikki á parlamentarisku kreftunum.
- Við hesum fáa vit eitt teknokrati. Hugsjónirnar, sum áttu at verði grundarlagið undir stevnumiðum flokkanna, verður til eina illusión um, at øll eru samd og vilja ganga somu leið, og tað er ósunt, sigur Jógvan Mørkøre. Hann heldur, at føroyskur politikkur seinastu árini hevur flutt seg til at verða tann bera miðfyrisiting, sum hann tekur til.
- Alt ov nógv fokus er á miðfyrisitingina og aðalráðini. Í øllum hesum verður hin einstaka hugsjónin burtur og frástøðan til fólkið økist, sigur Jógvan Mørkøre.

Ynskiseðlar frá børnum
Tá Jógvan Mørkøre verður spurdur, um hann hevur nøkur góð ráð, sigur hann, at upprunaliga var Visjón 2015 sligin ov stórt upp. Hann vísir á, at tað átti heldur at verið kókað niður í smærri ýtið, sum fólk kunnu fyrihalda seg til. Harumframt heldur hann, at í løtuni minnir úrslitið sum ynskiseðlar frá børnum, og hann saknar tann útgreinandi partin.
- Eg sakni eitt nú, at vit fyrihalda okkum til samfelagið, sum tað møguliga sær út í 2015, har fortreytirnar heilt sikkurt eru nógv broyttar frá í dag, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.
Hann fýlist á, at øll taka nýliberala rákið fyri givið; at búskaparliga grundarlagið eisini verður tann fríi marknaðurin tá, og at fyrilit verða ikki tikin fyri eitt nú broytingum í orkunýtsluni, bústaðarmynstrinum og veðurlagnum.
- Kanska ljóði eg dekan og pessimistiskur, men tað er so ómetaliga skjótt at vit verða blendað, um vit bara eru optimistisk. Visjónin verður til eina illusión - ein polerað nútíð, har øll eru samd og glað, sigur Jógvan Mørkøre.

Saknar spurning
Løgmaður sigur seg sakna, at fólk verða spurd, um tey halda tað verða skilagott av landsstýrinum at seta Visjón 2015 í verk.
Til hetta sigur Jógvan Mørkøre, at hann ikki rættiliga skilur, at løgmaður saknar ein slíkan spurning.
- Tað er altíð torført at gera hypotetiskar spurningar. Tað hevði verið torført at orðað ein slíkan spurning, uttan at hann hevði verið løddur. Í einum slíkum spurningi, hevði tú ikki fingið svar uppá, um fólk halda at sjálvt hugskotið er gott ella um landsstýrið hevur gripið hann rætt ann, sigur Jógvan Mørkøre.