Teitur verður ferðaleiðari

Fimm ferðandi sleppa í summar at ferðast við Teiti og einum sjónvarpsliðið kring Danmark í fimm dagar. Teitur avger fullkomiliga, hvar leiðin gongur, og tá tey ferðandi rinda fyri ferðina, vita tey ikki, hvar hon gongur.

Ferðing
 
Í hesum døgum er danska sjónvarpsstøðin DR2 í fer við upptøkurnar til eina annarleiðis ferðasending. Undir heitinum DR2 Tours, fáa fimm ferðandi møguleikan fyri at fara á eina ferð í fimm dagar kring Danmark, undir ferðaleiðslu av kendum og karismatiskum dønum.  Ein av ferðaleiðarunum verður okkara egni Teitur.
Tá tú keypir ferðina, veitst tú einki um, hvar ferðum gongur. Tað er ferðaleiðarin, ið avger allan túrin: Hvar tey skulu fara, hvar tey skulu búgva og hvønn tey skulu hitta. Teitur er tann síðsti av ferðaleiðarunum, og hann fer at ferðast við fimm ferðafólkum og einum sjónvarpsliði kring Danmark í døgunum. 4.-9. juli. Hvar Teitur fer við teimum er ikki gott at gita, men tað verður óivað áhugavert. Tey ferðast kring Danmark í einum lítlum trongum bussi í danska summarhitanum, so talan verður um ein túr, har fólk veruliga kemur hvør øðrum við. Umframt Teitur vera m.o. Souvenirs, ið vitjaðu í Føroyum í fjør millum ferðaleiðarirnar. Jens Folmer Jepsen, Farshad Kholghi og Nikolaj Kirk hava higartil verið ferðaleiðarar, meðan Souvenirs taka ferðaleiðsluna í aðru viku.
Ferðirnar verða kliptar saman til fimm tema leygardagar á DR2, ið verða sendir í juli.
Á heimasíðuni hjá sjónvarpsrásini verður sagt at fyri at melda seg til ferðina, skalt tú skriva eitt teldu- til psu@dr.dk, har tú skrivar navn, aldur, bústað og tlf., og hvønn ferðaleiðara tú ynskir tær, eitt sindur um teg sjálvan, hví tú vilt við og viðhefta eina mynd av tær. Ferðirnar kosta 3.995 kr.