Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.
Evnini Tróndur og Teitur viðgjørdu vóru:
1) Premier League
2) Ársins spælarar hjá UEFA
3) 21. umfar í Betrideildini hjá monnum.
Teitur væntar, at tað endar við javnleiki í klassikkaranum millum KÍ og HB norðuri í Klaksvík. Teitur væntar heimasigrar til B36, NSÍ og Víking, og eitt sindur djarvt tippar hann AB at vinna á TB á útivølli.
Sunnudagin klokkan 15:
KÍ-HB (FM1 sigur frá dystinum)
B36-Skála (FM1 sigur frá dystinum)
TB-AB
Víkingur-ÍF
Sunnudagin klokkan 19:
NSÍ-EB/Streymur (in.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum)