Í komandi viku fer Teitur at hava eina framførslu á Bornholm.
Hetta er í sambandi við eina konsertrøð, sum TV2-sangarin, Steffen Brandt, hvørt ár skipar fyri, tá mentanarvika er á Bornholm í viku 38.
Ikki kann sigast annað, enn at Steffen Brandt veruliga vil varpa ljós á tónleikarar í norðurlondum. Hann hevur nevnliga valt at hava tríggjar tónleikarar við, ið eru frá Grønlandi, Íslandi og Føroyum.
Nive Nielsen luttekur úr Grønlandi, Disa úr Íslandi og so luttekur føroyski Teitur.
Til ber at lesa meira um konsertirnar á www.bornholmskulturuge.dk