Teitur á turné í USA

Fløgan Poetry and Aeroplanes hjá Teiti Lassen kemur út 22. juli, og í tí sambandi hevur hann úr at gera »over there«

At vera undir veingjabreiðinum hjá heimsins størsta plátuforlagi hevur eisini ávísar skyldur við sær.

Nú dagurin nærkast, at fløgan Poetry and Aeroplanes eftir Teit Lassen kemur út á Universal Records, hevur Teitur, sum teir bara nevna hann, úr at gera.

Í løtuni ferðast hann millum statirnar í USA og spælir á smærri støðum. Ljóðmaður á ferðini er vinmaðurin Jónas Bloch Danielsen. Seinni er ætlanin, at orkestrið kemur uppí og stuðlar Teiti.

Næstu dagarnar sær skráin soleiðis út.

15/07/03Los Angeles:Hotel Café
17/07/03San Diego:Twiggs
18/07/03San Diego:Twiggs
19/07/03Santa Ana:Galaxy Theatre
21/07/03Los Angeles:The Knitting Factory
22/07/03Los Angeles:Hotel Café
27/07/03San Fransisco:Hotel Utah
28/07/03San Fransisco:Make Out Room
30/07/03Vienna:Jammin Java
31/07/03Philadelpia:North Star Bar
01/08/03New York:The Bitter End
02/08/03Columbia:Merriewater Post Pavillion
04/08/03Cambridge:Kendall Cafe
05/08/03Denver:Soiled Dove
06/08/03Colorado Springs:32 Bleu
07/08/03Boulder: Trilogy