Teitur trýr upp á tann góða Gud

Fløgan hjá Teiti Lassen, sum kom á marknaðin í gjár, hevur vakt ans. GAFFA, sum er størsta tónleikablaðið í Danmark, hevur prátað við føroyska tónleikaran um fløguna.

 

Blaðið vil millum annað vita meira um sangin á fløguni, sum hevur fingið heitið ?God, I Have So Many Things To Tell You.?

 

- Eg eri ikki kristin, muslim ella buddhist. Men eg trúgvi, at Gud er til. Tað er eitt fløkjasligt evni at viðgera. Eg trúgvi upp á tann góða Gud, ikki ein óndan mátt, sum vil revsa okkum. Sangurin er upprunaligur skrivaður til ein film um ein, sum hevur Aspergers syndrom. Eg eri av tí sannføring, at fleiri fólk brenna inni við einari rúgvu av kenslum, og at lívið hjá fleiri hevði verið betri, um tey prátaðu við Gud, sigur Teitur Lassen við GAFFA.

 

Fløgan hjá Teiti, ?Let the Dog Drive Home?, hevur fingið fýra av seks stjørnum í GAFFA. Erik Barkman, ummælarin, skrivar, at Teitur Lassen er ein dugnaligur sangskrivari og sangari, men hann heldur ikki, at hann er komin eins væl frá útgávuni sum við ?The Singer?.

- Fløgan er ein fín savning av sangum, sum kann gerast betri, er niðurstøðan hjá Erik Barkman.

 

 

LES SAMRØÐUNA HER Á SÍÐU 42

 

LES UMMÆLIÐ HER

 

HOYR SANGIN ?You Never Leave L.A? HER