Teitur tannlækni: Hyggjuráð til góða tannrøkt um summarið

Tannlækni Teitur Herup kemur við ráðum um, hvussu tú best passar tínar tenn, nú tannlæknastovur eru stongdar í summar

Teitur Herup er tannlækni í Havn, og hann er maðurin aftan fyri vælumtóktu Facebooksíðuna, Spyr Teit tannlækna. Hann kemur á síðuni javnan við góðum ráðum til góða tannrøkt, og hann svarar fólki, sum hava spurningar um tann- og munnrøkt. 

 

In.fo hevur spurt hann, um tað er nakað ávíst, mann skal vera uppmerksamur uppá við síni tannrøkt um summarið, nú nógvar tannlæknastovur halda summarfrítíð.

 

Teitur Herup svarar soleiðis:

 

 

Summarfrítíðin hjá teimum flestu er byrjað, og nærum hvørt vikuskifti eru festivalar, stevnur og onnur tiltøk kring landið. Hesa tíðina kann tað vera ein avbjóðing at fáa kostin rættan, og tí eru tenninar ofta fyri vanrøkt. Vit hava lyndi til at eta meira av søtmeti og drekka ov nógv av ósunnum. Men pláss eigur sjálvandi at vera fyri hugna, og tá fylgir ofta eitt sindur av tí minni heilsugóða við.

 

Við øllum tiltøkunum um summarið kann vandi eisini vera fyri tannskaðum, og tá kunnu góð ráð vera dýr.

 

Tey flestu kenna helst tað vanliga tilmælið um at busta tenn tvær ferðir um dagin og brúka tanntráð eina ferð um dagin. Hetta er sjálvandi altíð týdningarmikið, sama hvat árstíðin er. Vanliga skifta vit tannbust 3.-4. hvønn mánað, men tað er ikki verri at byrja summarið við nýggjari tannbust. Sum foreldur kunna vit minna børnini á, at tað er umráðandi at røkja tenninar sum vanligt. Eisini er gott at eiga nakrar heilsugóðar bitar inni, sum fyri ein part kunnu koma í staðin fyri søtmeti.

 

Ungfólk flest munnu vita, at tannrøktin ofta ikki hevur fremstu raðfesting eitt gott festivalvikuskifti. Tað ræður um at busta, tá ið høvið býðst, og í hvussu er, tá ið tú vaknar, og kanska eisini, áðrenn tú fert frá húsum. Minnist tú so eisini til at busta tenn, tá ið kemur heim móti morgni, so er tað frálíkt.

 

Eini onnur hyggjuráð eru at brúka súgvirør til teir mongu súrligu drykkirnar, eitt nú sodavatn og cider. Umhugsa eisini at keypa eina svalandi fløsku av vatni av og á í staðin fyri sodavatn. Soleiðis sleppur tú undan, at tenninar fáa sýruskaða.

 

Ert tú so óheppin at fáa tannapínu ella at vera fyri óhappi, so ber til at fáa tannlæknahjálp allar dagar alt summarið, hóast flestu tannlæknar hava summarfrí. Tannlæknavaktin í Havn er fyri alt landið og svarar á tlf. 31 45 44 gerandisdagar kl. 9-15 og um vikuskiftið og halgidagar kl. 10-11. Barnatannrøktin er ymisk í teimum ymsu kommununum, men kanska heimasíðan hjá tíni kommunu hevur nærri kunning.

 

 

Teitur Herup hjálpir og vegleiðir fólki við trupulleikum og spurningum um tannrøkt á hesi Facebooksíðu: Spyr Teit tannlækna